Nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum er sum vant opin!

Nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum er sum vant opin! Vit leggja regluliga nýggjar bøkur út á nethandilin, og senda vit bøkur út hvønn mánadag og hósdag.

Ein av nýggju bókunum, sum nýliga eru komnar, er bókin “Urokkeligt håb” eftir Max Lucado. Umsetta baksíðan er soljóðandi: “Sjúka, slitnað sambond, vánalig fíggjarstøða. Tað er nógv, sum kann broyta tína tilveru. Kanska hevur tú tungt viðføri úr fortíðini, kanska er tú vónbrotin av nútíðini ella stúrin fyri framtíðini. Men tú ert ikki einsamallur/einsamøll. Og tað er vón! Í bókini greiðir Max Lucado frá um tólv av sterku lyftunum í Bíbliuni. Hann mælir til, at vit ikki lata trupulleikarnar fáa vald á okkum, men ístaðin savna okkum um Guds orð og lyftir. Tey halda – eisini tá alt annað rapar uttanum okkum.

Minst til, at onki postgjald er, um tú keypir fyri meir enn 300,- kr.