Nógv komið inn seinastu tíðina, og skjótt verður avgerðin tikin

Tað er ein spennandi tíð fyri framman hjá Leguhúsinum í Nesvík, tí at Leguhúsið verður útbygt í hesum døgum. Bæði børn, juniorar, ung, familjur og øll vit onnur kunnu gleða okkum til væl betri karmar enn í dag.

Útbyggingin av Leguhúsinum er mett til at kosta tilsamans 26 milliónir krónur. Av hesum er fyrsta byggistig mett at kosta 15,6 milliónir. Fyri at fullføra alla verkætlanina resta pr. 31. oktober 13,7 milliónir í. Fyri at fullføra fyrsta byggistig resta 3,3 milliónir í. Í føstum gávum fær Leguhúsið nú 80.000 krónur um mánaðin. Umframt hetta verða givnar nógvar einstakar gávur. Sum tað sæst av myndini omanfyri, so eru, síðani innsavnanin byrjaði í november 2014, komnar inn 3,2 milliónir krónur.

Ein tílík verkætlan sum hendan kann bara gerast veruleiki við hjálp frá góðum stuðlum, og nú 14. november tekur Høvuðsstýrið støðu til, um øll verkætlanin verður fullførd í einum, ella um bara fyrsta byggistig verður fullført á hesum sinni.

Ynskir tú at vera við at stuðla útbyggingini, so far inn á www.mission.fo/gev og stovna eina fasta flyting. Eisini kanst tú lata eina eingangsgávu við at gera eina flyting til eina av hesum kontum:

Bank Nordik: 6460-5345393
Eik: 9181-4535164
Norðoya Sparikassi: 9865-3021062
Suðuroyar Sparikassi: 9870-9953931

Hjartans tøkk fyri tín stuðul!