Nógv virksemi í Missiónshúsinum á Sandi

Eitt av mongu Missiónshúsunum um landið er tað á Sandi. Lága hvíta húsið við kendu áskriftini: “Meistarin er her og rópar teg” er savningarstað fyri fleiri arbeiðsgreinar.
Undirritaði hevði møtið har síðsta sunnudag, og fekk tá eitt prát við formannin í stýrinum, Havstein Klein, sóknarprest. Hann greiðir soleiðis frá:

– Tað er nógv virksemi í Missiónshúsinum á Sandi, og tað fegnast við um. Sunnudag er sunnudagsskúli og møti. Annanhvønn mánadag savnast sjómanskvinnuringurin,  juniorar savnast mikudag og hósdag er bíbliutími. Harafturat er konfirmantundirvísing í húsinum.

– Sunnudagsskúlin fylgir skúlaárinum. Stígur var í sunnudagsskúlanum eina tíð. Men so tóku nøkur ung seg saman og byrjaðu aftur. Nøkur eldri fóru tá at hjálpa teimum ungu, so nú eru tað trý hold, ið hava sunnudagsskúlan, sigur hann.

– Møti er hvønn sunnudag, tó ikki á hásumri, tí tá hava vit steðg. Vanligu eru vit 12-15 fólk, og við hvørt upp til 20. Tað er bæði gott og hugaligt. Vit fegnast eisini yvir, at nøkur ung eru byrjaði at koma til møtini, og at hava eitt orð ella vitnisburð, sigur Havstein.

LES EISINI  Mikukvøldið byrjar missiónsvikan á Sandi

– Sjómanskvinnuringurin savnast annanhvønn mánadag í vetrarhálvuni. Tær byrja í septembur og gevast í apríl, sigur hann.

– Juniormøti er mikudag, og har eru tað tey ungu, sum gera tað stóra arbeiðið. Tá gongd var komin aftur á sunnudagsskúlan, tóku tey ungu meiri ábyrgd av juniorunum, meðan tey vaksnu líkasum tóku yvir aftur í sunnudagsskúlanum. Tað eru børn frá fjórða- og upp til áttanda flokk sum koma til juniormøtini, sigur Havstein.

-Bíbliutími er hóskvøld. Hóast vit ikki eru nógv sum savnast til tiltøkini í húsinum, so er tað at fegnast um, at nærum øll hava onkra tænastu, sigur Havstein.

Eitt annað tiltak, sum Havstein og fleiri skipa fyri, er Sandoyarlegan, sum verður 21.- 23. februar í Leguhúsinum í Nesvík. Undanfarnu ferðirnar hava millum 180 til 220 fólk verið á legu. Vónandi verður undirtøkan góð aftur hesaferð. 

Torleif Johannesen

Havstein Klein, sóknarprestur

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina