Nógvar nýggjar bøkur í nethandlinum

Keyp.mission.fo er nethandilin hjá Heimamissiónsforlagnum, har hópur av góðum bøkum eru at keypa. Tað er sera einfalt: Tú keypir við gjaldskorti á netinum, og so verða bøkurnar sendar tær við postinum.

Nýggjastu bøkurnar í nethandlinum eru hesar:

Francine Rivers: “Nådeslægten”

Bókin snýr seg um tær fimm kvinnurnar í ættartalvuni hjá Jesusi: Támar, Ráhab, Rut, Batseba og Maria. Fimm kvinnur, sum Gud gav ein stóran leiklut í síni frelsuætlan. “Nådeslægten” er fyrr givin út sum fimm skaldsøgur undir felagsheitinum “Kvinderne i Jesu stamtavle”.

Lohse forlag. 600 blaðsíður. 300 krónur.

Jacob Munk: “En langt bedre vej”

Undirheitið er “En ny retning for debatten om køn og seksualitet”. Eftir fáum árum er fatanin av kyni og seksualiteti kollvelt. Mong halda hetta vera stór framstig, ið gera heimin frælsari og rúmligari. Men kanska hevur henda rúkandi menningin eina baksíðu. Kanska er vandi fyri, at vit missa nøkur virði, sum hava avgerandi týdning fyri okkara (kyns)samleika, familjulív og parlag?

LES EISINI  Stórt úrval av uppbyggjandi bókum í Nesvík

Í bókini leggur Jacob Munk eina aðra visjón fram fyri kyn og seksualitet, sum heldur fast við siðbundin virði sum kærleika, hjúnalag og tey bæði kynini, uttan at gerast nostalgisk og afturlítandi. Henda visjón er bæði rótfest í luthersku-kristnu gudfrøðini og nemur samstundis við nútíðar filosofi, sálarfrøði og sosialvísindi, og tí eru grundgevingarnar í bókini viðkomandi, uttan mun til, hvar lesarin hoyrir heima átrúnaðarliga.

Credo forlag. 251 blaðsíður. 250 krónur.

Timothy Keller: “I smelteovnen”

Bókin hevur undirheitið “Med Gud gennem smerte og lidelse”. Hvat gera vit, tá vit ikki halda, at vit hava tamarhald á okkara egna lívi? Tá vanlukka ella sjúka raka og deyðin kemur til okkara? Keller setur sjóneykuna á, at líðing er eitt lívskor, og hann vil hjálpa okkum at liva lívið væl, hóast vit fáa ilt. Her eru eingin bílig svar.

Credo forlag. 388 blaðsíður. 300 krónur.

Maiken Eriksen: “Ulykke og håb”

Eitt hefti í røðini “Lohses bibelstudie”, hesaferð um profetarnar Hábakkuk og Haggai. Tíðarskeiðið, teir báðir vóru virknir, fevndi um meira enn hundrað ár, og bøkur teirra rúma veruligum søguligum hendingum, ið siga frá trúgv og iva, falli og endurreisn. Báðar bøkurnar snúgva seg um, hvussu Gud handlar og heldur síni lyfti, hóast vit ikki síggja annað enn vanlukku. Heftið inniheldur sjey bíbliutímar og fer ígjøgnum báðar bøkurnar úr enda í annan.

Lohse forlag. 48 blaðsíður. 50 krónur.

Sune Skarsholm og Henrik Højlund: “Som et lille barn”

Í eina tíð hava tveir sóknarprestar í Danmark prædikað yvir Luthers lítlu katekismus í staðin fyri vanliga sunnudagstekstin, og burturúr tí er komin henda bókin við 14 prædikum. Vegleiðingarnar hjá Luther verða gjørdar viðkomandi á ein ógvuliga gerandisligan og ítøkiligan hátt. Ætlanin við prædikunum er at lata dyrnar upp inn í eina dýrgripagoymslu, har trúgvin fær føði og vegleiðing til eitt slitsterkt lív.

Lohse forlag. 141 blaðsíður. 200 krónur.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina