Norðoyingar vitja á missiónsvikuni í Porkeri hesa vikuna

Árliga missiónsvikan í Porkeri er hesa vikuna. Lagt verður fyri í annaðkvøld, ónskvøldið 16. januar kl. 20. Jógvan Højgaard talar, og mansbólkurin av Tvøroyri og úr Hvalba syngur.

Tórskvøldið 17. januar kl. 20 talar Pauli Berthelsen av Strondum, og Streingjakórið í Porkeri syngur.

Fríggjakvøldið 18. januar kl. 20 talar Pauli aftur, og Pauli og vinfólk syngja.

Leygarkvøldið 19. januar vitja norðoyingar aftur, tá menn úr Klaksvík tala og syngja kl. 20.

Sunnudagin kl. 12 verður gudstænasta og altargongd við Jógvani Fríðriksson, biskupi, og Una Næs, dómprósti.

Síðsta møti á missiónsvikuni hesaferð er sunnudagin kl. 18, tá menn úr Klaksvík aftur tala og syngja.

Stýrið fyri missiónshúsið í Porkeri bjóðar øllum hjartaliga vælkomin við orðunum í Lukasi 14,17: “Komið, tí at nú er alt tilgjørt!”

LES EISINI  Missiónsvika 2024 á Argjum
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina