Norskur sangur týddur til føroyskt

Hjørleif Poulsen hevur týtt sangin “Gud er nådig” til føroyskt. Sangurin varð upprunaliga skrivaður av norska próvstinum og yrkjaranum Magnus Brostrup Landstad:

Landstad kann á ymsan hátt samanberast við okkara egna Jákup Dahl. Ikki bara tí, at hann var próvstur. Hann varð eisini ein drívmegi í arbeiðinum at fáa hansara egna mál inn í kirkjuna, har tað framvegis var tann danska sálmabókin, sum varð brúkt, hóast tað vóru fleiri áratíggju síðani Noreg gjørdist sjálvstøðugt land, eftir at hava hoyrt undir Danmark. Men norska kirkjumálaráðið vendi sær í 1852 til Landstad, og bað hann um at gera eina nýggja sálmabók. Níggju ár seinni var arbeiðið liðugt, og í 1861 kom “Landstads kirkesalmebog – Et udkast” út, har hann millum annað hevði tikið meira enn 50 av sínum egnu tekstum við.

Men ikki fyrr enn í 1869 varð tann norska kirkjusálmabókin løggild.  Millum teir 634 sálmarnar vóru meira enn 50 sálmar sum Landstad hevði yrkt, men eisini umleið 100 týðingar og enduryrkingar, sum hann hevði gjørt.

LES EISINI  Nú eg ferðist gjøgnum lívið her

Magnus Brostrup Landstad og konan Wilhelmine, fingu 12 børn, men heili seks av teimum doyðu sum smábørn. Tað hevur helst verið orsøk til, at fleiri av hansara sálmum eisini hava dám av sorgblídni og álvarsemi.

Sangurin, sum Hjørleif Poulsen nú hevur týtt, hevur fingið føroyska heitið “Gud í náði”.
Teksturin finst í sangsavninum á mission.fo. Tú kanst eisini taka niður tekstin við nótum her.

CFM hevur skrivað
Torfinn Jacobsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina