Tá vit ivast um alt

Um vit uppliva fjáltur, tá vit ivast um alt,
og tær løtur dirvið fór sær ein túr,
tá ið fjøllini forða, um vit falla í synd,
stendur orð títt og lyfti tó fast.

Langafríggjadag hekk millum himmal og jørð
í mítt rúm og stað, mítt myrkur, mín skuld,
og tú trúfastur var, men tú toldi alt
og tók tað við í naglamerktu hond.

Altíð kann eg leggja mítt lív í tínar hendur.
Altíð kann eg líta við vón á teg.
Altíð kann eg skoða í trúgv
mót himli, tí eg veit,
Jesus, eg eri altíð tín.

Tá ið fótur mín snávar, og eg játti mítt fall,
um alt snúði seg bara um meg,
tá vit merkja, tað kostar, tá ið holdið er veikt,
stendur orð títt og lyfti tó fast.

Langafríggjadag hekk millum himmal og jørð
í mítt rúm og stað, mítt myrkur, mín skuld,
og tú trúfastur var, men tú toldi alt
og tók tað við í naglamerktu hond.

LES EISINI  Hevur tú hús títt á klettin bygt

Altíð kann eg leggja mítt lív í tínar hendur.
Altíð kann eg líta við vón á teg.
Altíð kann eg skoða í trúgv
mót himli, tí eg veit,
Jesus, eg eri altíð tín.

Jesus, eri tín í ævir, altíð tín.

Hvis vi rammes af uro.
Orð og lag: Bjarne Knudsen
Umsett: Signar á Reynatrøð juni 2020

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina