Nú ber til at hoyra 63 sálmaløg

Tað var í 2012, at Forlagið Búgvin gav út lagsavnið Føroysk sálmaløg hjá Petur Jacob Sigvardsen og Knút Olsen.

Á Grækarismessu gav Tutl út 63 sálmar í sálmasavninum talgilt.

Nú ber til at hoyra sálmaløgini her og her.

Flestu sálmarnir eru tiknir upp í Havnar kirkju, har Gudmund Mortensen hevur fylgispælið. Klaverfylgispælið til nakrar av sálmunum hevur Knút Olsen.

Tveir ymiskir bólkar við ávikavist 8 og 5 sangarum syngja nakrar sálmar, meðan 7 ymiskir solistar syngja nakrar.

Í sambandi við útgávuna verður útgávukonsert í Havnar kirkju sunnudagin 30. mars kl. 16.00, har sangararnir: Eyðbjørg Hansen, Arina Bischoff, Høgni Debes, Sámal Matras Kristiansen, og Andreas Samuelsen syngja nakrar av “teirra” sálmum.

Høvi verður eisini hjá teimum, sum eru komin at lurta, at syngja onkran sálmin í savninum. Gudmund Mortensen hevur fylgispælið.

Eftir konsertina verður boðið til ein drekkamunn í Kirkjustovu.

LES EISINI  Fyrilestur um Mikkjal á Ryggi í Gøtu kirkju týskvøldið
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina