NÚ ER KLÁRT AT TEKNA SEG TIL PODAS 2022-2023

Hetta er 14. árið á rað at farið verður undir nýggjar Podas flokkar um landið.

”PODAS Ekklesias” er ætlað teimum, sum vilja vera Jesu lærusveinar og vaksa í trúnni. PODAS er ein føroyskur bíbliuskúli, sum byggir á Fólkakirkjunnar lærugrundarlag, og tað eru prestar, trúboðarar og onnur, sum undirvísa um læru og lív, eins og missión og leiðslu.

Skúlin er í høvuðsheitum ein kvøldskúli, tveir tímar um vikuna í tíðarskeiðnum frá september til mars. Tó eru nøkur styttri skeið. Longu nú ber til at tekna seg til skeiðini komandi skúlaár og tryggja sær pláss.

Hesi árini, Podas hevur virkað, hava umleið 800 fólk gingið á Podas, bæði ung og eldri, kvinnur og menn, roynd í trúnni og óroynd. 

11 flokkar um landið

Hetta skúlaárið 2022 – 2023 verða PODAS flokkar á 11 støðum um landið. Møguliga kemur okkurt skeið afturat seinni aðrastaðni í landinum.

PODAS Ung í Meinigheitshúsinum í Havn

PODAS 1 í Thabor í Fuglafirði

PODAS 1 í Vesturkirkjuni

PODAS 1 í Rituvíkar Missiónshúsi

PODAS 1 í KFUM & K, Klaksvík

PODAS 2 í Tabor á Toftum

PODAS 2 í Saron í Sandavági

PODAS 2 í Karmel á Eiði

PODAS 3 í Vesturkirkjuni

PODAS 3 í Emmaus í Klaksvík

PODAS Lesibólkur

Meira fæst at vita um hetta og arbeiðið Podas arbeiði annars her

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina