Nú er klárt at tekna seg til summarfamiljuleguna

Í døgunum 23.-26. juli verður summarfamiljulegan í Leguhúsinum í Nesvík, sum Eindin skipar fyri. Skráin verður løgd í næstum, men luttakararnir kunnu vænta sær nakrar hugnaligar dagar, har nógv verður gjørt burturúr, at foreldur og børn kunnu stuttleika sær saman, saman við góðari frálæru.

Sum allar aðrar summarlegur, fer tekningin fram á mission.fo/tilmelding.

Prísirnir fyri leguna eru 1.300 krónur fyri hjún, 1.500 krónur fyri hjún við einum barni, 1.700 krónur fyri hjún við tveimum børnum, og 1.800 krónur fyri hjún við trimum ella fleiri børnum

Støk rinda 700 krónur, støk við einum barni rinda 900 krónur, støk við tveimum børnum rinda 1.100 krónur, støk við trimum børnum rinda 1.300 krónur, støk við fýra børnum rinda 1.500 krónur, og støk við fimm børnum ella fleiri rinda 1.700 krónur. Hevur ein gestabarn við sær (børn afturat sínum egnu), rindar ein 200 krónur fyri hvørt.

 

 

LES EISINI  Tað fyllist skjótt á summarlegunum!
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina