Nú er sunnudagsskúlasangbókin aftur á lagrinum.

Sunnudagsskúlasangbøkurnar eru prentaðar av nýggjum, og mánadagin komu sangbøkurnar til Nesvíkar. Fleiri hava ynskt, at sangbókin varð endurprentað, tí hjá sunnudagsskúlunum kring landið eru tær flestu væl brúkar og illa farnar. Nú eru tær fyrstu sangbøkurnar á veg til tey, ið hava bílagt áðrenn. Øll hini kunnu bíleggja á manna.fo

LES EISINI  100 fólk til familjutiltak á Fossánesi
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina