Nú er verulig gongd komin á aftur
Føroya løgting játtaði stuðul til Ørkina, føroyska sjómansheimið í Reykjavík, á vári 2021, vegna truplu støðuna av koronu.
Hvussu hevur gingist síðani, og hvussu sær út framyvir? Spurningarnir eru settir leiðaranum av Ørkini, Barbara H. Jensen. Hon sigur:
-Eg og Sólbjørn komu yvir á Ørkina í ringastu koronutíð fyri gott tveimum árum síðani. Støðan hjá Ørkini gjørdist sera trupul, tí gestirnir kundu ikki koma og harafturat duttu vit niður ímillum hjálparpakkarnar, bæði her í Íslandi og í Føroyum. Tað sigur Barbara H. Jensen.
-Stuðulin á 400. tús. krónur, sum Løgtingið játtaði á vári 2021, kom væl við og hann takka vit fyri. Ørkin yvirlivdi; eisini, tí øll starvsfólkini vóru søgd úr starvi uttan eg og Sólbjørn, sum arbeiddu einsamøll í mánaðir. Nakrir fáir gestir vóru, og so nakrir koronagestir, sum vóru í sóttarhaldi her, sigur hon.
-Tað hevur annars gingið upp og niður, tí koronaavmarkingar komu aftur síðsta heyst og gestirnir hvurvu. Síðani februar og mars í ár, hevur gongdin verið góð. Nógvir gestir hava verið og bíleggingarnar fyri restina av árinum eru nógvar, sigur Barbara.
-Fyri 2023 eru longu væl av bókingum, so, um føroyingar ætla at gista her komandi árið, so skulu teir biðja um pláss nú. Føroyingar bíleggja sum oftast í síðstu løtu, og tá er tað mangan ov seint, tí onnur bíleggja í fleiri mánaðir frammanundan, sigur Barbara.
-Tað eru mest skandinavar sum gista á Ørkini. Síðstu tíðina eru tó fleiri og fleiri amerikanarar, italienarar, spaniólar og fransmenn millum gestirnar, sigur hon.
-Vit hava manglað starvsfólk í summar, men nú sær betri út við tí. Tað gleðiliga, er, at fleiri av teimum, sum vóru søgd úr starvi í koronatíðini, ynskja at koma aftur í starv nú. Tað er bæði gleðiligt og hugaligt, sigur hon.
-Nú verulig gongd er komin aftur á ferðavinnuna, er lættari at fyrireika arbeiðið; eisini tey kristiligu tiltøkini, sum vanliga eru í húsinum. Avtalað er gjørd við Føroysku Fólkakirkjuna og Heimamissionina/Sjómansmissiónina um regluligar vitjanir, og tað gleða vit okkum til, sigur Barbara H. Jensen.