Nú eru møtir aftur í Føroyum

Hóast vit eru komin væl inn á mai mánaða, var kalt og hvítt úti sunnumorgunin. Men í fleiri missiónshúsum var hitin tendraður fyri fyrstu ferð í tveir mánaðar.

Fyri tveimum mánaðum síðani var mestsum alt samfelagið lagt niður orsaka av korona, og nú tá eingin smittaður er eftir, fer samfelagið spakuliga og stigvíst at lata upp aftur. Tó skal frástøðan enn vera hildin og hándspritt vera nýtt. Tað merkir, at tey, ið koma á møti skulu spritta hendurnar væl, tá tey koma, og tað skulu vera tveir metrar ímillum stólarnar.

– Vit høvdu eitt deiligt møti í meinigheitshúsinum á Skála. Tað vóru ikki so mong, ið vistu av at vit longu vóru byrjaði aftur, og tí vóru bert 20 fólk á møti. Men tað var fantastisk at sita saman við hinum 19 og lurta eftir Guds orði og syngja saman, sigur Carsten Fonsdal Mikkelsen, sum eisini var sera glaður um at hoyra teir fríu vitnisburðarnar.

-Vitnisburðar eru ein sera týðandi partur av møtum í Føroyum. Teir eru persónligar upplivingar við Gudi, sum vit deila við tey, ið eru í rúminum, og fyri mong hevur tað eisini týdning at síggja tey, ein tosar til. At vit aftur kundu vera saman og deila Kristus við hvønn annan var ein fantastisk uppliving. So var eisini fínt at mikrofonin skuldi sprittast millum hvørja hond, ið tók í hana, sigur Carsten at enda.