Nú nærkast til familjuleguna

23.-25. februar verður familjulega í Leguhúsinum í Nesvík. Heimamissiónin hevur í nógv ár skipa fyri familjulegum, har øll kunnu tekna seg til nakrar uppbyggjandi og hugnaligar dagar. 

Umframt nógv hugnalig og stuttligt, sum verður á skránni, so fer Jógvan Steintún eisini at hava ein áhugatíma við evninum:  “Harrin er mín styrki – eisini í familjulívinum”. 

Tilmeldingarfreistin er 18. feb. og enn eru pláss eftir til familjuleguna. Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding

LES EISINI  Nógvar fyrimyndir á familjulegu
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina