Nuntio við lovsangsalbumi
Kristni tónleikabólkurin, Nuntio kemur 10. juli kl.00.00 út við 11 lovsangum, ið er ein blandingur av eldri og kendum sangum í nýggjum formati, saman við onkrum sangi, teir sjálvir hava smíðað lag og tekst til. Útgávan ber heiti: Lovsangir Vol.1 og er ætlað øllum trúgvandi í Føroyum. Bólkurin er samansettur av fimm føstum limum: Niclas Sólheim Højgaard, Dánjal Eliassen, Pól Pállsson Holm, Dávur Samuelsen og Dánjal Vestergaard.
Niclas Sólheim Højgaard á lead guitar (Rituvíkar og Glyvra Missiónshús)
Dánjal Eliassen á tangentum (Rituvíkar og Glyvra Missiónshús)
Pól Pállsson Holm á rútmu guitar (Rituvíkar og Glyvra Missiónshús)
Dávur Samuelsen á bass (Rituvíkar og Glyvra Missiónshús)
Dánjal Vestergaard á trummum (Keldan)
Til hesa útgávuna hevur bólkurin fingið røddir frá Óla Gregersen(Filadelfia í Gøtu), Annu Lovisu Mýri(KFUM), Fridu Simonu Hammer(Tabor á Toftum), Anna Maria Heinesen og Hildigunn Steinhólm(Missiónshúsið í Leirvík) og Fríðu Mariu Simonsen(Missiónshúsið á Strondum).
Afturat hesum hevur Nuntio fingið onkur trummuspor frá Jasmin Jovanovic(Keldan).
Nuntio er ein tvørkirkjuligur bólkur, ið virkar við tí endamáli at spjaða kristna boðskapin í Føroyum og kring heimin.
Bólkurin hevur verið aktivur síðan summarið 2020, og hava sangir á øllum teimum stóru stroyming tænastunum, og eru at finna á sosialu miðlunum Instagram og Facebook. Tað verður sostatt gjørligt at hoyra nýggju sangirnir millum annað á Spotify. Allir sangirnir eru á føroyskum máli uttan ein, ið er á enskum.
Um tit trýsta á leinkjuna her, so ber til at trýsta Pre-Save, og so koma sangirnir beinleiðis inn á Spotify:
Nuntio er at finna á hesum leinkjum: