Nýggir tónar í Skálavík
Í missiónshúsinum í Skálavík arbeiða staðbundin fólk við at endurskapa húsið sum eitt livandi savningarstað fyri alla bygdina. Vit tóku tí við filmsupptøkutólið við okkum í Sandoynna, har vit hittu Poul Jákup Thomsen. Hann er ein av teimum, ið sita við tangentarnar í tilgongdini.
Minst til at siga okkum á Trúboðanum frá, um tú hevur okkurt at fortelja.