Nýggj fløga: “Við takksemi”
Í morgin, mikudagin 30. oktober, kemur nýggj fløga út við Kristinu Nónklett Hansen. Fløgan ber heitið “Við takksemi” og er upptikin í Crossroads Studios í Arden í North Carolina í USA. Nakrar av røddunum eru tó upptiknar í upptøkuhølunum hjá Eriki Biskopstø í Klaksvík.
Á fløguni eru 13 sangir, og Kristina hevur sjálv skrivað teir flestu. Terje Vestergaard hevur smíðað tvey av løgunum, Eyðun Jacobsen hevur gjørt orð og lag til ein sang og Hervør á Torkilsheyggi orð og lag til ein. Eisini er ein sálmur við á fløguni.
Tað eru Jeff Collins og Lauren Talley, sum hava skipað og lagt sang og tónleik til rættis.
Kristina Nónklett Hansen hevur verið virkin í sangi í nógv ár. Hon hevur sungið, síðani hon var smágenta. Seinastu árini hevur hon verið lovsongsleiðari í Kelduni, har fleiri av hennara sangum eisini verða sungnir.
Fløgan ber brá av tí, sum Kristina brennur fyri, og tað er at lovsyngja og tilbiðja hann, sum gav henni nýtt lív, Jesus Kristus.
Í sambandi við útgávuna verður útgávuløta í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið 30. oktober klokkan 19. Øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyrireikararnir.