Nýggj strategi verður løgd fram til Ársmøtið 17. mai
Leygardagin 17. mai verður Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, har vit hoyra um gongdina í arbeiðinum, fáa kveikjandi undirvísing og samlast við missiónsfólki í øllum ættarliðum og úr øllum landinum.
Eisini verður nýggj strategi fyri felags missiónsarbeiðið fyri komandi árini løgd fram. Hetta er úrslitið av eini langari tilgongd, har leiðarar og missiónsfólk úr øllum landinum hava verið við til at seta sítt fingramerkið á, hvussu vit skulu arbeiða sum rørsla komandi árini.
Til ársmøtið í ár fáa vit eisini serstaka vitjan av Jens Ole Christensen úr Danmark, ið kemur at hava fyrilestur/bíbliutíma um morgunin og møti um kvøldið.
Jens Ole, sum eisini vitjaði til Mannfólkavikuskifti í Nesvík í fjør, er gudfrøðingur og hevur drúgvar royndir í andligum arbeiði. Hann er fyrrv. sóknarprestur í Fredens-Nazaret kirkjuni á Østerbro í Keypmannahavn og hevur verið skrivari hjá KFS (1985-90), forstandari fyri KFS-ledertræningscenter (1990-99), rektari á Dansk Bibel Institut (1999-2005) og aðalskrivari í Luthersk Mission (2005-2015). Harafturat hevur hann skrivað eina røð av bókum og hevur verið fastur skrivari fyri Kristeligt Dagblad í meira enn 20 ár.
Skráin fyri ársmøtið verður annars soljóðandi
Kl. 8.30 Felags bønarløta
Kl. 9.00: Morgunmatur
Kl. 10.00: Fyrilestur v/ Jens Ole Christensen
- “At síggja heimin ígjøgnum krossin”
- Tekstur: Jóh. 12, 20-32
Kl. 12.00: Døgurði
Kl. 13:00 Frágreiðingar
- Formansfrágreiðing og framløga av nýggjari strategi v/ Hera Kjærbo, formanni
- Arbeiðsfrágreiðing v/ Jákup Brúsá, aðalskrivara
- Fíggjarfrágreiðing v/ Spekt
- Høvi at seta spurningar og gera viðmerkingar
Kl. 15.00: Drekka – høvi at vitja básar um innsats-økini í nýggju strategiini
Kl. 16.30: Høvi at vitja niðri á Alistøðini
Kl. 17.30: Nátturði
Kl. 19.00: Møti v/ Jens Ole Christensen
- “At liva í ljósinum av Jesu afturkomu”
- Tekstur: Luk. 21, 25-32
- Framførsla við Cantus Deo (sangbólkur úr Fuglafirði)
- Felagssangur
Kl. 21.30 Ungdómsmøti
- Lovsangur og vitnisburðar v/ Sonna Steinhólm og Annu Klein Olsen
- Framførsla v/ Kristinu Berg Mikkelsen
Tekning er ikki neyðug til máltíðirnar leygardag, men til ber at rinda 50 kr. fyri ávikavist døgurða og nátturða (børn undir 14 ár hálvan prís).
ØLL ERU HJARTALIGA VÆLKOMIN Á ÁRSMØTIÐ!