Nýggj umseting: Søgan um Jósef hevur altíð hugtikið meg

Kanska kennir tú animatiónsfilmin “Joseph: King of dreams”. Um so er, so kennir tú ivaleyst eisini sangin “You Know Better Than I”, ið er ein bøn, har Jósef í sínum máttloysi finnur vón í almátti Guds. Nú hevur Signar á Reynatrøð umsett sangin til føroyskt. Og tað er ikki heilt tilvildarligt, at Signar gjørdist glaður fyri henda sangin. Hann greiðir frá, at hann heldur søguna um Jósef vera heilt serstaka. 
 
– Hvat var tað, sum gjørdi, at brøðurnir seldu Jósef og sendu blóðdálkaða ermakyrtil hansara til pápan við eini lygn? Var tað hatur? Øvund? Dreymarnir? Kann ein pápi gera mun á sínum børnum? Hvussu við happing? Hvat er meiningin við lívinum? Spyr Signar á Reynatrøð og heldur fram: 

– Ja, hvat hugsaði Jósef, tá ið hann náddi botnin í tóma brunninum? Eftir mong ár í Egyptalandi fekk hann svar upp á síni ivamál! Nú stóðu brøðurnir har ljóslivandi við hattinum í hondini. Við eitt gjørdist “ahaa-upplivilsi” í putlispælinum hjá Jósefi til eina heildarmynd og eitt dreymakent “flashback”. Hann valdi at fyrigeva, og allir fingu eina nýggja byrjan. 

LES EISINI  NÝGGJ BÍBLIA Á VEG

– Øll hava sína lívssøgu og síni ivamál heilt frá móðurlívi. Munnu tað ikki vera mong við mær, sum mangan hava undrast og funnið troyst úr søguni um Jósef? Signar á Reynatrøð sigur, at tá ið hesin filmurin um Jósef kom út fyri nøkrum árum síðan, rakti hesin sangurin hann beint í hjartað. 

Tú veitst betur enn eg 

Eg helt, eg hevði rætt. 
Eg helt, eg hevði svarið. 
Eg droymdi um mítt dreymakot, 
men nú eg siti her. 

Eg gav tær nøkur ráð
um, hvat tú skuldi gera. 
Men nú mítt trúareyga sær 
tey ráð, eg fekk frá tær. 

Tú veitst betur enn eg, 
tú kennir meg. 
Ei longur eg ivist um teg, 
tí tú veitst betur enn eg. 

Um hetta var ein roynd, 
eg mangan havi undrast? 
Men kanska tí eg einki veit,  
so kann eg finna veg? 

Á leiðini við tær 
tú hjálpir mær á vegnum. 
Eg trúgvi, og eg líti á 
at lívið er í tær. 

Tí tú veitst betur enn eg, 
tú kennir meg. 
Ei longur eg ivist um teg, 
tí tú veitst betur enn eg. 

Eg helt, mítt træ vaks inn í himmalin. 
Eg sá ein fugl, og helt eg kundi flúgva, 
men fuglurin fekk veingirnar frá tær. 
Harri, tú ert træið, og eg greinin. 

Tí tú veitst betur enn eg, 
tú kennir meg. 
Ei longur eg ivist um teg. 
Tín vilji er mítt Faðirvár. 

LES EISINI  Nýggjur sangur frá Signari á Reynatrøð: Ímillum milliónir

Tú veitst betur enn eg.

——– 
You Know Better Than I (Joseph, King of Dreams) 
Umsett: Signar á Reynatrøð, juni 2022 

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina