NÝGGJ BÍBLIA Á VEG

Hesa vikuna er bræv frá Føroyska Bíbliufelagnum komið í hvørt hús í landinum. Í brævinum verður heitt á allar føroyingar um at stuðla nýggju føroysku bíbliuútgávuni.
Tað er Hans Jacob Joensen, fyrrverandi biskupur, sum hevur umsett Bíbliuna, undantikið sálmarnar, sum David Johannesen hevur umsett. Í løtuni leggja gudfrøðingar og onnur úr kirkjum og samkomum kring landið seinastu hond á. Fróðskaparsetur Føroya er eisini við í málsliga arbeiðinum.
Bíbliufelagið arbeiðir við at fáa Bíbliuna út skjótt, men fyri at náa á mál er tørvur á
stuðli frá tykkum øllum. Tí heita tey á øll, kvinnur og menn, ung og gomul, um at standa
saman um at geva Bíbliuna út í nýggjari týðing.
Stuðul kann latast á kontu í BankNordik: 6460 – 382.873.7

BÍBLIUFELAGIÐ TAKKAR HJARTLIGA FYRI STUÐULIN!
Nærri kunning fæst við at ringja til Gunnar K. Nattestad, aðalskrivara, á tlf. 787826.

Føroyska Bíbliufelagið – www.biblia.fo – Tlf. 787826

LES EISINI  Nýggj umseting: Søgan um Jósef hevur altíð hugtikið meg
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina