Nýggj vígsluliturgi samtykt

Kirkjufundurin í Norsku kirkjuni samtykti seinasta mánadag eina nýggja vígsluliturgi, sum kann brúkast til pør av sama kyni.

Mánadagin 30. januar varð uppskotið um eina nýggja vígsluliturgi, sum kann brúkast til pør av sama kyni, samtykt á Kirkjufundinum í Tróndheimi. Uppskotið varð samtykt við 83 atkvøðum fyri og 29 ímóti, skrivar KPK.
Eitt minnilutauppskot, sum mælti til ikki at samtykkja eina nýggja liturgi, fall við 34 av 112 atkvøðum.
Í fjør varð samtykt við 88 av 115 atkvøðum at gera eina nýggja vígsluliturgi fyri fólk av sama kyni, afturat henni frá 2003.

Fagnaðurin heldur minni
Tað var ikki óvæntað, at úrslitið gjørdist nøkulunda tað sama í ár sum í fjør, við tað, at kjakið frammanundan vísti, at fáir av luttakarunum høvdu broytt hugsan.
Samtyktin varð fagnað við lógvabrestum, men fagnaðurin var heldur minni enn eftir samtyktina í fjør. Á røðarapallinum var frammanundan fleiri ferðir nevnt, at hetta ikki var ein gleðinnar dagur hjá øllum, og at tey, sum fagnaðu samtyktini, áttu at gera tað á ein hátt, sum sýndi virðing fyri minnilutanum.
Nýggja liturgiin kemur ikki í staðin fyri hana frá 2003, men skal innsetast sum ein javnsett eykaliturgi.

Meldaði seg úr kirkjuni
Øivind Benestad, prestur, sum gjøgnum felagsskapin ‘MóðirFaðirBarn’ hevur stríðst ímóti nýggjari vígsluliturgi og nýggjari hjúnalagsfatan í kirkuni, meldaði seg úr Norsku kirkjuni í sama minutti, sum uppskotið varð samtykt.
– Eg kann vátta, at eg meldaði meg úr Norsku kirkjuni fyri løtu síðani, segði Øivind Benestad við blaðið Vårt Land stutt eftir, at atkvøðurnar vórðu taldar.
Øivind Benestad hevði lagt ætlanir um sína útmelding frammanundan, og hann kom við síni fráboðan beint eftir samtyktina. Hann sigur millum annað, at hann “er í djúpari sorg yvir tann vegin, sum meirilutin á Kirkjufundinum hevur valt”.
– Eg haldi, at søgan fer at vísa, at innførslan av eini nýggjari kynsneutralari gudfrøði var eitt stórt mistak, sigur hann.