Aftur til forsíðu

Nýggja missiónshúsið í Rituvík reist

Mynd: Hjalmar Hansen

Nýggja missiónshúsið í Rituvík reist

Í dag, 26. mars, var reisigildi í Rituvík. Nýggja missiónshúsið, ið arbeitt hevur verið við eina tíð, varð reist. Arbeiðið hevur gingið skjótt og væl hesa seinastu tíðina. 23. januar varð fyrsta stoypingin av grundini og í dag stendur húsið reist. Í hesum korona tíðum, var ikki gjørligt at gera nakað serligt burtur úr hesum stóra degi, tó fingið arbeiðsmennirnir bjóðað ein góðan drekkamunn frá stýrinum og varð hóskandi fjarstøða hildin við hesa lítlu samkomu.

Nú verður so fari í gongd við at leggja tak á og síðani kann byrjast at arbeiða innandura. Vindeygu og klædningur til húsið kemur einafeð í maj.

Í samband við byggingina av missiónshúsinum í Rituvík eru øll vælkomin at stuðla byggingini við eini gávu – antin fastari mánaðargávu ella einaferð. Missiónshúsið í Rituvík hevur konto 6460-159.571.9 og 9181-497.425.7

 

LES EISINI  Søgan hjá Sumbiarkórinum
Undanfarna grein

Bøn í koronatíðini

Les grein

Jesus hevur altíð tíð at steðga á

Les grein
Næsta grein
A+