Nýggjur fyristøðumaður á LMH

Í síðstu viku kunngjørdi bíbliuskúlin, LMH, í Hillerød nýggja fyristøðumannin á skúlanum. Kristoffer Enevoldsen er navnið á nýggja fyristøðumanninum.

Kristoffer er væl kendur á LMH. Hann arbeiddi sum lærari á skúalnum frá 2016 til 2019. Hann hevur lisið gudfrøði á DBI og starvast í løtuni sum prestur í Aroskirkjuni í Århus.

LMH skrivar, at tey í Kristoffer fáa ein fyristøðumann, ið brennur fyri at tey ungu koma at kenna Jesus sum teirra persónliga frelsara.

Kristoffer byrjar í starvinum 1.juli 2022. Hann tekur við eftir Henrik Nyman Eriksen, sum nógv helst kenna væl, ið byrjar sum nýggjar rektari á DBI 1.aug 2022.

Nógvir føroyingar hava gingið á LMH, og nøkur teirra hava eisini havt Kristoffer sum lærara.

LES EISINI  Fleiri stuðulsmøguleikar, um tú ætlar tær á LMH
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina