Nýggjur háttur at røkka gomlum endamáli

Øssur Kjølbro

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Tað er ein stór umlegging, sum nú verður kunnað um. Nevniliga at leiðslan fyri Kirkjuligu Heimamissiónina eftir drúgva viðgerð í fleiri ár hevur gjørt av at flyta Trúboðan frá pappírsútgávu til talgildan netmiðil!

Henda strategiska avgerð hevur bæði negativar og positivar grundir. Eftir nógvar royndir hevur tað ikki eydnast at venda gongdini við alsamt færri haldarum, sum eisini í miðal eru vorðnir alsamt eldri. Tey, ið eru komin upp í árini, eru ein trúfastur lesarabólkur, men vit megna í alt ov lítlan mun at fáa tey “í góðum árum” við, fyri ikki at tala um tey ungu og tey undir útbúgving. Tað hava vit sum rørsla við einum guddómligum kalli ikki ráð til, als ikki í longdini, og einki tykist benda á, at gongdin fer at venda av sær sjálvum.

Men positivt er júst henda avgerð tikin, tí hurðarnar eru opnar á internetinum! Hóast ymiskir aldursbólkar hava ymiskar netvanar, so eru so gott sum øll ættarlið kortini á netinum, og eru tað lutfalsliga stóran part av degnum, so ella so. Og tøkniligu møguleikarnir og støðuga menningin hava við sær, at eisini vit sum rørsla kunnu vera við. Vit kunnu gera dygdargott og fjølbroytt tilfar á einum meira dynamiskum portali enn ein pappírsútgáva aðru hvørja viku. Gott nokk eru røddirnar nógvar á internetinum, so tú skalt rópa hart, um tú skalt verða hoyrdur; men vit hava onga umbering fyri ikki vera har, sum medmenniskju okkara eru.

LES EISINI  Hevur tú kall at umseta ella framleiða nýtt tilfar?

Í hesum døgum verður síðsta hond løgd á eina framtøkna heimasíðu, sum skal koma í staðin fyri pappírsútgávuna og gamla trubodin.fo. Vit miðja eftir, at nýggja síðan yður av góðum, uppbyggjandi tilfari, sum vit kenna tað frá hesum blaðnum, men eisini av meira viðgerandi og avbjóðandi tilfari. Millum annað ætla vit at gera meira burturúr at viðgera bæði samfelagsviðkomandi spurningar og tilveruspurningar. Tað snýr seg ikki um at virka smartur, men um at møta menniskjum, har tey eru, og at gera tað við viðkomandi svarum til viðkomandi spurningar.

“Fyri øllum er ein avmarkað stund, og ein og hvør lutur undir himlinum hevur sína tíð”, segði Prædikarin (3,14). Óivað krevur tað eina tillaging fyri fleiri trúfastar lesarar. Men tað verður gjørt júst fyri at røkka tíðarleysa endamálinum við Trúboðanum og øllum virkseminum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini: At náa medmenniskjum okkara – ættarliðunum sum eru uppi á døgum júst nú – við gleðiboðskapinum um Jesus Kristus.

LES EISINI  Nýggi Trúboðin.fo verður lagdur fram leygardagin kl. 16
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina