Nýggjur nethandil við kristiligum bókum

Heimamissiónsforlagið hevur latið upp nýggjan nethandil, ið selur kristiligur bøkur, bæði á føroyskum og øðrum málum.
Heimamissiónsforlagið hevur givið út føroyskar bøkur og fløgur í umleið hálva øld. Vanliga hevur forlagið selt bøkur umvegis bókaborð í missións- og meinigheitshúsum kring landið og til størri kristilig tiltøk. Við nýggja nethandlinum er tað vorðið lættari hjá fólki kring alt landið at fáa fatur á kristiligum bókum.
Í nethandlinum eru í løtuni umleið 160 bøkur, og fleiri koma afturat.
Tað er skjótt og einfalt at keypa í nethandlinum. Tú fert inn á heimasíðuna keyp.mission.fo, velur bókina, rindar og fært hana sendandi við postinum nakrar dagar seinni.
Í løtuni er hópur av upplatingartilboðum, har tú fært upp til 86% avsláttur á úrvaldum bókum.