Nymann vitjar í Føroyum
Leiðarin á LMH Bíbliuháskúlanum í Hillerød, Henrik Nymann Eriksen, vitjar í Føroyum hetta vikuskifti. Nymann er væl kendur millum føroyingar, og hann hevur eisini vitjað fleiri ferðir í Føroyum.
Hann vitjar á ungdómsmøtum ymsastaðni í landinum alt vikuskifti. Hóskvøldið talaði hann beinleiðis á ungdómsmøtinum í Meinigheitshúsinum umvegis Facebook síðina hjá SALT ungdómi.
Fríggjakvøldið verður hann í Klaksvík og talar í Emmaus á ungdómsmøtinum, sum byrjar kl20. Júst í Emmaus er Henrik Nymann eitt sera kent andlit, har mong hava verið undir hansara leiðslu á bíbliuskúlanum í Hillerød.
Leygarkvøldið gongur leiðin út á Toftir til ungdómsmøti, sum eisini byrjar kl20.
Ferðin hjá Nymann endar sunnukvøldið tá hann talar á ungdómsmøtinum í Gøtu. Tað møti byrjar kl20.30.