Nýtt átak í Sandoynni: Næsta vika sett av til góðar gerðir!

“Smáir gerningar gjørdir í kærleika eru við til at broyta heimin”. Tað er slagorðið fyri sokallaðu góðskudagarnar, sum verða hildnir í Sandoyar prestagjaldi gerandisdagarnar í næstu viku. Hesar dagarnar er nevniliga ætlanin, at fólk og kirkjulið veita eina hjálpandi hond til eldri fólk, sjúk og onnur, sum hava tørv á hjálp.

– Gud hevur sýnt okkum so nógva góðsku, og vit vilja fegin vera við til at sýna øðrum fólkum góðsku. Tað sigur Havstein Klein, sóknarprestur, tá hann verður spurdur um djypru meiningina við góðskudøgunum. Og hann leggur afturat: – Fyri eina kirkju, sum boðar Guds góðsku, er tað eisini heilt natúrligt at eggja til ítøkiligar kærleiksgerðir. Dupulta kærleiksboðið eggjar okkum til tað, og sama ger eitt nú líknilsið hjá Jesusi um miskunnsama Sámariubúgvan. Skriftin lærir okkum at elska í verki; trúgv og verk mugu samsvara, og trúgvin geva seg til kennar í ítøkiligum kærleiksgerðum. So hetta hongur fínt saman við kirkjuliga arbeiðnum í einum prestagjaldi.

LES EISINI  Takkið - í øllum førum

Havstein vísir í hesum sambandi á sterku søguna hjá kristnu kirkjuni frá fyrndartíð, har kirkjan ella kristin fólk hava staðið fyri nógvum diakonalum arbeiði, so sum barnaheimum, sjúkrahúsum, skúlum, neyðhjálpararbeiði, hjálpararbeiði fyri rúsdrekkamisnýtarar og øðrum.

Bygdarfólk hjálpa bygdarfólki

Átakið fer fram 17.-21. juni, og tað verður skipað so, at fólk annaðhvørt kunnu bjóða seg fram til at hjálpa til ella biðja um hjálp til eitthvørt. Ábyrgdarfólk er sett í hvørjari bygd, sum fólk so kunnu venda sær til. Tey, sum vilja hjálpa, nýtast ikki at vera við allar dagarnar. Og tankin er, at bygdarfólk hjálpa bygdarfólkum.

– Tað kann vera við til dømis at vaska ein bil, mála hús – um tað viðrar, rudda, sláa grasplen, taka ókrút upp og annað fyrifallandi, greiðir Havstein frá. Og hann leggur afturat, at øll kunnu vera við, og at hetta ikki einans er fyri kirkjufólk.

Nógv verður longu gjørt

Havstein leggur dent á, at sjálvandi eru tað nógv, ið hjálpa øðrum ella verða hjálpt, sum er, ikki minst í lítlum bygdum. At tey kortini skipa fyri einum slíkum tiltaki, er fyri at eggja enn fleiri til tað sama. So má eitt slíkt tiltak vísa, hvussu stórur tørvurin er. Tað snýr seg júst um tær smáu gerðirnar, sum muna so væl hjá teimum, sum hava brúk fyri eini hjálpandi hond. Tað er so nógv annað, sum kann taka okkara uppmerksemi í gerandisdegnum, so tann góða gerðin verður forsømd, heldur hann.

LES EISINI  Náði = fyri einki, óuppiborið

– Sjálvandi er avmarkað, hvat kemur burturúr uppá eina viku, men vit vóna, at henda vikan kann eggja til at halda fram. Bæði gevari og móttakari verða glaðir, og at merkja takksemi fyri eina tænastu eggjar til at gera meira. Tað er eisini tað, sum slagorðið leggur upp til: “Smáir gerningar gjørdir í kærleika eru við til at broyta heimin”, sigur sandoyarprestur.

Havstein sigur at enda, at upprunaliga kemur hugskotið frá einum kirkjuliði í Noregi, og at tey eisini hava roynt nakað líknandi í Leirvík. So má tíðin vísa, um hetta verður eitt afturvendandi tiltak.

Ábyrdarfólk:

Um tær annaðhvørt tørvar hjálp, ella tú vilt hjálpa, set teg í samband við hesi fólk:

Sands bygd, Gudny D. Hentze, tel. 258228.

Skálavíkar bygd, Anna Gærdum, tel. 251590.

Húsavíkar bygd, Eisinbjørg Clementsen, tel. 224583.

Dals bygd, Sjúrður Nolsøe, tel. 265271.

Skopunar bygd, Elisabeth Leo, tel. 221935.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina