Andakt til tey gomlu 31
Og veri takksamir! (Kol 3,15)
Tað er ikki okkum í kjøtið borið at vera takksom. Børn mugu læra at siga takk. Ja, at verða terpað. Mong læra tað ongantíð. Gud nevnir heldur ikki nógv um takksemi. Hann oysir okkum undir við jarðiskum gávum; men ongantíð nakran seðil hangandi við: “Tú hugsar um meg við eini tøkk,” skrivað á? Tá ið Jesus doyði á krossinum, vóru seinastu orð hansara ikki: “Nú eru tit mær av sonnum takksom!”
Av natúr eru vit nevniliga óvinir Guds; lúna, tí vit fingu ov lítið, samanborið við so mong onnur. Eru kanska ilsk um, at hann tók gávur sínar aftur, sum hann so mangan ger. Tí má ein kollveltandi broyting henda okkum, tá ið vit fáa eygu á Guds undurfullu gávur. Honum, ið tók alla okkara synd á seg og gjørdi alt til fulnar við deyða sínum og uppreisn.
At vera sátt við Gud og at liva lívið alt at enda undir hansara sáttargerð, tað er hitt størsta, ið kann viðurfarast einum menniskja. Hetta kunna vit kanska sum børn og vaksin so við og við læra ta dygd at vera takksom, hóast tað hjá okkum er eins og børnunum, strævið at fáa lært. Minnist væl móður, hvussu hon óteljandi ferðir segði, tá ið onkur fekk handaða ein gávu: “Hvat sigur tú so?”
Tá ið ein gerst gamal, verður ein skjótt krillutur, skjótt kaldur. Í hesum parti av heiminum tykir mær, er kalt at búgva. Kuldin kennist líka at hjartanum. Leggi, eins og einki, í nakað. Hevur tú slíka kenslu, einki at takka fyri, er vandi á ferð. Tá er tann andligi deyðaskjálvtin í durinum. Loysnin er tann at krúpa til krossin – bókstavliga – og siga við Grundtvig:
“Tó úr tíni benjarkeldu spratt ein á við makt og veldi, sum kann klúgva klettin harða, sum kann bræða ísin glæra, sum kann hjartað tváa reint.” Slb. 174,5
****
Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy
LOHSES FORLAG 1975.
Henry Debes Joensen, umsetti