Diakoni skapar relatiónir
Í Bíbliuni stendur, at diakonarnir tæntu við borðini. Til týsdagsdøgurðan í Nordberg Meinigheit í Oslo er tað júst hetta, tveir diakonar gera: tær tæna við borðini og skapa ein góðan felagsskap fyri tey eldri.
Her er høgt undir takið í kirkjurúminum í Nordberg Meinigheit. Seniorar í nógvum aldri sita kring vældekkaðu borðini, har matur og kaffi verða sett á borðini av sjálvbodnum og av teimum báðum seniordiakonunum, Lillian Dombestein og Gudrun Aas Homstvedt. Prátið gongur lívliga kring borðini, ja til tíðir so høgt, at tað kann vera trupult at fáa alt við av tí, ið sagt verður.
Við eitt av borðunum situr 90 ára gamla Jorun Mjaaland, ein av teimum, ið kemur trúføst, ikki bert til týsdagssamlingarnar, men eisini í kirkjuna hvønn sunnudag.
“Eg kenni stórt ognarskap fyri hesi kirkju, av tí at eg havi verið við til at savna inn pening til hana. Maður mín var formaður í meinigheitsráðnum, tá kirkjan var nýggj, so hann tók ímóti henni vegna meinigheitina. Tí kenni eg eitt serligt tilknýti til hesa kirkju, greiðir hon frá.
Og hóast tað til tíðir er trupult at hoyra, alt sum sagt verður, so trívist hon væl til týsdagssamlingarnar.
Hon er glað fyri at møta øðrum menniskjum, ið koma har og somuleiðis dámar henni væl tað, tey hava á skránni hesar dagar.
Við sama borð sita Mona og Notto Thelle. Hjúnini siga seg eisini dáma væl at koma har hesar týsdagar. Tað er hugnaligt at møta fólki her, ið tú vanliga ikki sært, sigur Mona og maðurin nikkar játtandi.
Tað er áhugavert, at eg alsamt møti nýggjum fólki. Eg eri við aldrinum vorðin betri til ikki bert at seta meg saman við teimum, eg kenni, men eisini at hava eitt forvitni til at síggja, hvussu mong ómetaliga áhugaverd fólk eru at møta og læra at kenna.
“Hvat dámar tær best her?”
“Bæði tað at kunna hava eina máltíð saman og at møta fólki. Máltíðin brýtur niður forðingar og tað hevur týdning, sigur Notto.
Døgurði uttan andakt
Henda týsdag greiðir Arnhild Fjose frá um hondverk, náttúru og mentan á Madagaskar, eitt land, hon hevur lært gott at kenna, ikki minst gjøgnum ommu sína, ið er fødd og uppvaksin á Madagaskar. Ílatin svarta veitslukjólan hjá ommuni við vøkrum knipplingum um hálsin greiðir Arnhild frá um bæði krokodillur og lemurar og sigur frá um silkiveving og vælsmakkandi vaniljuna.
Lillian stendur aftanfyri týsdagsdøgurðan, eitt tiltak, hon er væl nøgd við.
“Í Bíbliuni stendur at lesa, at diakonarnir tæntu við borðini. Tað sama gera eisini vit. Týsdagsdøgurðin íbirtir góðan felagsskap. Vit geva eisini nógvum loyvi at koma framat við tí, tey hava, ið kunnu greiða frá um ymiskt, tey kenna og hava upplivað, ymiskt tey kanska duga at læra onnur. Eitt nú, Marianne frá Maridalen, ið varð fødd sum eitt “týskarabarn”, hon nart við okkurt djúpt innaní okkum við síni søgu.
Ein týðandi partur av týsdagstiltakinum eru máltíðafelagsskapurin.
“Vit fáa góðan og sunnan mat, eitt nú kóka vit 18 egg í dag. Fólk kunnu eta seg mett, tey verða tænt, tey verða sædd og tey fáa eina fylling av onkrum øðrum. Tað kirkjuliga er aftanfyri, sigur Lillian.
“Onkur heldur kanska, at vit áttu at havt eina andakt. Men so høvdu vit ikki fingið øll tey við, sum eru her nú. Nýggj fólk leggjast alsamt afturat, fólk ið lesa um hetta í meinigheitsblaðnum, fólk ið vilja finna útav, hvat hetta er fyri nakað. Tey uppliva at verða tikin inn, tikin við og sædd og hoyrd. Her er rúm fyri øllum, sama hvussu ymiskir pensjónistarnir eru, sigur Gudrun.
Øll skulu síggjast
Tað hevur stóran týdning fyri Lilliuna, at ongin situr einsamallur, tá hon hevur ábyrgdina.
“Eg leggi meg eftir at síggja menniskju. Tað er fyrr komið fyri, at eg havi flutt fólk, so ongin kemur at sita einsamallur.
Hon virkar aktivt fyri, at tey, ið koma her fast skulu rokna tey nýggju uppí, sum máttu komið.
Borðreiðingin við borðini var ein broyting, ið varð innførd, tá farsóttin leikaði í, og tá øll skuldu fáa sær føst pláss og máttu ansa eftir røttu frástøðuna til onnur. Hesa broyting hava diakonarnir hildið fast um.
“Tá vit ganga runt um borðini og borðreiða, tá fáa vit sæð hin einstaka. Harumframt fjalir hetta, at nøkur eru illa gongd. Tað er ikki so lætt at koma við gongustativi til eina buffet, greiðir Lillian frá.
“Tá tú soleiðis gongur runt og ber inn á borðið, so minnist tú eisini, at konan vil hava te og maður hennara kaffi. Og tá tú tosar við tey um tað, so kenna tey seg sædd, sigur Gudrun og leggur afturat:
Ætlanin og vónin er jú, at tey ein góðan dag skulu tora at fara í kirkju. Men tað er ikki vit, ið trýsta tey inn har ella aðrastaðni. Vit vísa teimum, at her er ein felagsskapur, tey kunnu gerast partur í.
Umsorgan er eitt lyklaorð.
“Diakoni er næstrakærleiki í gerð, heldur Lillian. Tað er menniskjansgering av boðskapinum – av Orðinum.
Hvat er diakoni?
Av mongu uppgávunum, tær báðar diakonarnir hava, er tað júst umsorgan og næstrakærleiki, ið er grundvøllurin.
Kirkjunnar umsorgannarstarvsfólk er svarið frá Lillian uppá spurningin, hvat diakoni er fyri nakað. Gudrun leggur afturat eitt sindur av søguligum sannroyndum:
“Fyrr í tíðini var ein diakonur ein maður við eini fimm ára langari útbúgving, ið var sjúkrarøktari og diakonur. Teir gingu á “Diakonheiminum”, fingu sjúkrarøktaraútbúgving, sosialfak og kristindóm. Mong av teimum vóru klokkudiakonur kring um og teir veittu røkt av sárum, so teir vóru tann mannliga útgávan av diakonissum. Sjúkrahús “diakonheimsins” varð stovnað, tí tey vildu útbúgva diakonar og har vantaði eitt stað at virka í.
Gudrun sigur frá, at hon fyri mongum árum síðan arbeiddi saman við nøkrum av gomlu klokkudiakonunum, ið millum annað komu á sjúkravitjan í heimunum og røktaðu sár.
Fíggjarligt rásarúm
Nógvar samkomur hava ikki fíggjarligt rásarúm til at seta egnan diakon. Í Nordberg meinigheit hava tey tveir. Tað vil siga, at Gudrun er býtt millum Nordberg meinigheit og Maridalen meinigheit. Peningurin til lønina kemur frá Stiftelsen Nordberg Seniordiakoni, ið varð stovnað í 2017 í samband við eina samanlegging millum Stiftelsen Nordberg-hjemmet og Det norske Diakonhjem. Unni Harsten er dagligur leiðari í Nordberg meinigheit og greiður frá, at tey fyrr eisini hava havt ein diakon settan í meinigheitini, men at tey nú nýta hendan pening til at løna einum barna- og ungdómsstarvsfólki í staðin fyri.
“Tað hevur gjørt stóran mun fyri okkum at hava tey bæði diakonstørvini, tí vit kunnu gera tingini heilt øðrvísi, enn annars. Prestarnir hava sínar uppgávur at taka sær av. Vit hava nógvar konfirmantar, so nógv prestaorka fer til konfirmantarbeiðið. Alt tað, aðrir diakonar fáa gjørt, høvdu vit ikki kunnað gjørt uttan teir.
Hon er ikki í iva um, at arbeiðið hjá seniordiakonunum hevur verið við til at økt undirtøkuna til gudstænasturnar.
“Eldraarbeiðið stendur sterkt í tí her hjá okkum og her eru nógv eftirlønarfólk, ið eru væl fyri, og sum kunnu taka lut og vera við. Diakonurnar hava týdning, fyri at kirkjan ikki bert skal vera orðsins kirkja. Eg havi skil fyri diakoniini, ið hugsar um annað enn boðanina av orðinum, sigur Harsten.
Blómur til hurðina
Tær báðar diakonurnar gerast ikki arbeiðsleysar og nýtast ikki at leita eftir uppgávum. Tær leiða ymsar nevndir og syrgja fyri góðum sambandi til depilin fyri sjálvboðin í Sogn nærindis Nordberg kirkju. Tær leiða gudstænastur, skipa fyri kirkjukossi og í heyst fóru tær undir eina verkætlan, har tær fara út á heimavitjan til meinigheitslimir, ið hátíðarhalda stórgildi við einum blómutyssi. Í Nordberg mugu tey gerast 90 ár, áðrenn tey fáa eitt blómutyssi.
“Í gjár var eg við blómum til eina, ið fylti 90 og sum býr eitt sindur longri uppi eftir hesum vegi. Eg havi ikki møtt henni fyrr og hon var glað fyri at fáa vitjan. Hon var ofta einsamøll, hevði ringa heilsu, men var annars før at ganga. Tað var sera gott, greiður Lillian frá.
Afturmeldingarnar, tey hava fingið upp á blómuvitjanirnar hava verið so góðar, at tað nú er vorðið ein fastur liður í diakonitænastuni.
“Her eru ikki eins nógv eldri fólk í Maridalen, so har fáa eisini tey blómur, ið fylla 85 ár,” sigur Gudrun, ið eisini hevði verið við blómum til ein, ið fylti runt ella hálvrunt dagin fyri.
Sorgartænastan
Ein annar týðandi liður í diakon-gerandisdegnum er sorgartænastan. Bæði Lillian og Gudrun standa á odda fyri fleiri sorgbólkum. Fyri stuttum fóru tær eisini í holt við eina sorgar-kafé.
“Her er ein stór luttøka og undirtøka til sorgbólkarnar, ein ætlan, sum er ment á sorgdeplinum í A-hus. Her kunnu í mesta lagi vera 8 í hvørjum bólki, og bólkarnir verða upploystir aftaná eina ávísa tíð.
Lillian sigur, at eftirspurningurin er stórur.
“Sorgarkaféin er stovnað fyri at bøta hetta. Fyrstu ferð komu níggju persónar og kaféin er opin fyri øll, sum kunnu koma og fara, sum tey sjálvi vilja tað, leggur Lillian afturat.
Í Maridalen vónar Gudrun at fáa gongd í arbeiðið við menn. Tað hevur ikki bara verið lætt og einfalt. Menninir vórðu í fyrstu syftu bodnir til nátturða(uttan kvinnur), har teir fingu ta avbjóðingina at royna at finna upp á eitthvørt, teir høvdu hug at gera. Hugskotið hevur hon nú sent víðari til sóknarprestin í Maridalen.
“Eg vóni, tað er eitt arbeiði, ið kann vaksa fram eftir.
Ein onnur verkætlan, Gudrun hevur flotað saman við Marka mobile Eldresenter, ið hevur sínar savningar í kirkjuni til konsertir, tað er Seniorkonsertin í Maridalen kirke. Tá savna tey fólkini fyrst, áðrenn konsertin fer í gongd. Fyrimunurin við hesum er, at vit lata upp kirkjuhølið fyri fólk, ið kanska ikki annars av sær sjálvum vóru komin har, sigur Gudrun.
Maridalen meinigheit hevur alsamt fleiri nýggj hugskot, sum tá ein listamaður í fjør fekk loyvi til at heingja sínar myndir á bróstið í kirkjuni, hóast hann ikki vanliga kom á kirkjugátt. Soleiðis lótu vit upp rúmið fyri hann, smílur Gudrun.
Ung møta eldri
Lillian hevur fyri sín part nýtt stóra orku til fleiri tiltøk, ið miðja móti at fáa ung og eldri at møtast. Okkurt av hesum var longu virkið, áðrenn hon byrjaði, eitt nú ein skipan, har ung úr samkomuni komu við til røktarheim fyri at vera saman við teim eldri. Hetta hevur víst seg at vera ógjørligt at halda áfram við undir farsóttini, men diakoniin roknar við, at hetta arbeiðið byrjar aftur eftir summarsteðgin. Nakað av sama slag fer eisini fram í samstarvsverkætlanini við ungdómsskúla, har næmingar í 9. Flokki eitt nú kunnu velja eina lærugrein við heitinum, “innsats for andre”. Tá fara tvey og tvey saman um at gera eina myndabók í samstarvi við ein senior, ið Lillian skjýtur upp.
Tey vitja seniorin, gera samrøðu við viðkomandi, taka myndir av myndunum hjá viðkomandi og av teimum sjálvum saman við tí eldra. Endaúrslitið er ein myndabók um seniorin, sum tey ungu hava møtt.
Umframt tað, at tað endar við at verða til eina bók, so hevur verkætlanin eisini skapað relatiónir millum tey ungu og tey eldri, ið hvørki skúlin ella diakonurin høvdu kunnað sæð frammanundan. Ein seniorur segði, at hon ikki longur gleddi seg til jólar, tí mong av teimum, hon kendi, vóru farin. Tá advent kom, møttu genturnar, ið skrivaðu um hana, upp við hennara hurð við einum adventskalendara – einum pakkakalendara – sum tær sjálvar høvdu gjørt til sín “senior”.
Hon hevði aldri í sínum langa lívi fingið nakað slíkt. Tær gjørdu tað heilt sjálvbodnar. Tað var ikki nakað krav frá skúlanum – ella frá okkum. Og um páskirnar fóru tær heim til hennara við einum risa páskaeggi. Eisini árið fyri hendi nakað líknandi. Ein familja tók jólabakstur við til seniorin og bjóðaði við til máltíð. Og tey gomlu geva konfirmantkort.
“Tað hevur altso skapt relatiónir millum gomul og ung, sum tú ikki hevði kunnað sæð frammanundan?
“Ja. Og hendan her, sigur Lillian og peikar á eina av bókunum, hon hevur heintað, hevur bundið til hesar báðar genturnar. Ymisk ting henda, sum hvørki eg ella skúlin hava lagt upp til. Tað er tað vakrasta av øllum! Her koma rík sambond burtur úr hesum.
Agenda 3.16: Birgit Nersten Lopacki