60+ 15. mars

15. mars verður 60+ dagurin aftur í Leguhúsinum í Nesvík. Aftur í ár hevur fyrireikingarbólkurin sett eina spennandi skrá saman. Fyrrapartin koma Øssur Kjølbro og Klæmint Eliasen at hava ein fyrilestur við evninum “Tey forfylgdu kristnu – og vit”. Teir fara at koma inn á arbeiðið hjá Open Dors, støðuna hjá teimum forfylgdu, og hvussu vit kunnu hjálpa. 

Seinnapartin fer Ingolf Johannesen at hava eina frásøgn um tíðina umborð á Reynsatindi. 

Umframt góðar og áhugaverdar fyrilestrar at lurta eftir, verður eisini borðreitt við góðum mati gjøgnum dagin, og tíð verður til at fáa góð prát í pausunum. 

Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. Telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.

Kostnaður fyri dagin er kr 385,00, og seinasta freist at melda til er 11. mars.

Skrá:

  • kl. 09.30 Koma, móttøka og morgunbiti
  • kl. 10.15 Morgunandakt
  • kl. 11.00 Tey forfylgdu kristnu – og vit
  • v/ Øssur Kjølbro og Klæmint Eliassen 
  • kl. 13.00 Døgurði, omaná og kaffi/te
  • kl. 14.00 Frásøgn í orðum og myndum um tíðina umborð á Reynsatindi
  • v/ Ingolf Johannesen
  • Felagssangur
  • kl. 16.00 Taka samanum og heimferð
LES EISINI  Enn eru pláss eftir til 60+dagin 23. mars

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina