Andakt til tey gomlu 41

… grípa vónina, sum er goymd til okkara, sum vit hava eins og akker sálarinnar, sum er trygt og fast og fer allan vegin inn um forhangið; hagar sum Jesus gekk inn, hann sum er fyrirennarin fyri okkum.

(Hebr 6,18)

Sermerki heidninga lýsir Biblian við hesum orðum: “Tey, ið liva uttan Gud og vón í hesum heimi.” At vera kristin, er at hava ognað sær ta livandi vónina. Hon kann hava brotið seg fram í myrkastu løtum, sum eina bralandi gleði: “Eg fari og veit, hvar ferðin ber til: Hon ber til Guds æviga ríki.” Slb. 292,3

Um hesa vón, nýtir Hebrearabrævið tvær myndir. Fyrra myndin er fyri sálina eins og akkerið er tað fyri skipið. Stormurin má súsa, bylgjurnar sleingja skipið aftur og fram, men akkerið hevur krøkt seg fast í eina skørr á havbotninum. Akkersketan heldur, og skipið klárar vandarnar. Á sama hátt við sálini. Eisini oman yvir okkum kunnu bylgjurnar bróta. Okkum tykir, at nú bera vit ikki boð í bý. Men so lýsnar vónin. Myrkari tað gerst, tess sterkari lýsir vónin, jú víst, tað ber framá.

LES EISINI  So stendur tá enn eftir ein sabbatshvíld

Onnur myndin. Akkerið liggur ikki á havsins botni, men handan forhangið. Forhangið er tað teppið, ið skilti tað heilaga og tað alraheilagasta í templinum í Jerusalem at. Inn í tað alraheilagsta kundi høvuðspresturin bara fara eina ferð um árið á tí stóra sáttargerðardegnum. Ongantíð hevur nakað vanligt menniskja stigið fótin innum hagar. Tað var at seta lív sítt í váða. Gud hevði tilhald har. Men nú er einki myndaverk. Tann tíðin er at enda komin. Jesus livdi altíð í nærveru Guds. Tað var fyri, at vit skulu hava sama rætt. Við síni uppreisn og upphevjan vann hann okkum eitt ævigt pláss í nærveru Guds.

Enn er hann fjaldur fyri okkum. Tað er enn eitt forhang millum okkum og tað alraheilagsta. Men vónin, sálarinnar akker, liggur trygt og fast – innanfyri forhangið.

“Tá síðsta stund mín komin er, tá lív og anda tú mær ber, tú sjálvur við meg tali: um himmiríkið sig tú mær, at sess tú hevur goymt mær har í tínum ljósa Sali.” Slb. 298,8

LES EISINI  Andakt til tey gomlu (40)

Úr: Smálestrar. Ætlað teimum, ið halda seg vera gomul
eftir C. Bartholdy 
LOHSES FORLAG 1975.

Henry Debes Joensen, umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina