60+

25. mars verður aftur 60+.
60+ var fyrstu ferð í 2015, og áhugin er bara vaksin síðani tá. Tó eru nú 3 ár síðani at tiltakið hevur verið seinast. 60+ er ein hugnaligur og uppbyggjandi dagur, fyri tey, sum eru 60 ár og eldri. Dagurin er fyltur við áhugaverdum frásøgnum, góðum felagssangi, lekkrum mati og pausum, har man kann hugna sær saman.

Byrjað verður klokkan 9.30 við morgunbita. Klokkan 10.15 er ein andakt umframt bøn og sangur. Klokkan 11.00 er áhugatími við Elsu og Róland í Skorini við evninum “Ísrael – Glottar í søguni. Trúgv í líðing – ljós í myrkri”

Aftaná døgurða koma fólk at greiða frá hendingum í lívinum. Klokkan 15.30 verður aftur felagssangur og tiltakið endar klokkan 16.00.

Tað er avmarkað pláss, tískil verður heitt á fólk at melda seg til, áðrenn tað verður fult. Tilmelding fer fram á www.mission.fo/tilmelding ella við at ringja til 470000. Telefonin svarar frá kl. 09.00 – 12.00 gerandisdagar, tó til kl. 15 fríggjadag.

LES EISINI  16. mars verður aftur 60+

Kostnaður fyri dagin er kr 350,00 og seinasta freist at melda til er 17. mars.

Skrá fyri dagin

kl. 09.30 Koma, móttøka morgunbiti

kl. 10.15 Morgunandakt

kl. 11.00 Ísrael – Glottar í søguni.

Trúgv í líðing – ljós í myrkri

v/ Elsu og Róland í Skorini

kl. 13.00 Døgurði, omaná og kaffi/te

kl. 14.00 Hendingar í lívinum

kl. 15.30 Felagssangur

kl. 16.00 Taka samanum og heimferð

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina