Nýtt borðvers í Nesvík

Í fleiri ár hevur borðversið ‘O tú, sum mettar lítlan fugl‘ verið sungið í Nesvík við niðurlagnum til ‘Emil í Lønnibergi’. Lagið er stutt og lætt at syngja. Á fyrstu legu í Nesvík í ár varð sangurin tó sungin við nýggjum orðum til versið í sanginum. 

Ásbjørn Berthelsen, sum hevur sett orð til sangin sigur soleiðis um sangin:

– Eg havi altíð hugsað, hví vit bara syngja niðurlagið til sangin, tí at versið er eisini sera gott og sangbart. Tað hevur manglað, haldi eg, og tí setti eg hesi orðini saman. 

Evnið fyri legurnar í ár er ‘Meistarin’, og hetta gav íblástur til versið, sum er ein tøkk til Gud, sum meistarliga hevur skapað heimin. Vit takka Gudi fyri mat og klæðir, tí allar góðar gávur koma jú frá honum. 

Borðvers

Lag: Emil í Lønnebergi

Góði Gud, sum meistarliga heimin skapað hevur,
hvørt eitt kykt, ið livir, og alt, mítt eyga sær,
tú, sum okkum klæðir, og sum okkum føði gevur,
allar góðar gávur, tær koma jú frá tær. 

LES EISINI  Fleiri legur fullteknaðar, aðrar fyllast

O tú, sum mettar lítlan fugl, 
vælsigna matin, Gud. 
O tú, sum mettar lítlan fugl, 
vælsigna matin, Gud. 

Amen

Video: Børnini á fyrstu legu syngja ‘O tú, sum mettar lítlan fugl’. Beinta Berthelsen tók video.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina