Nýtt lag til páskasangin Ránsmenn tveir
Ásbjørn Berthelsen hevur júst gjørt eitt nýtt lag til hendan páskasangin, sum Signar á Reynatrøð skrivaði á páskum í fjør
Ránsmenn tveir
Tekstur: Signar á Reynatrøð – á páskum 2023
Lag: Ásbjørn Berthelsen – feb. 2024
Ránsmenn tveir á krossarplanka
fóru ævinleikans veg.
Annar fekk ein myrkan tanka,
tá hann Jesus spottaði:
“Tú, sum templið brýtur niður,
bjarga tær og okkum við!
Neyvan ert tú tann Guðs sonur,
ið kann geva nøkrum frið!”
Niðurlag:
Hann var bjargalínan reyða
og ein hjálpirót í neyð.
Hann var vónin eftir deyða,
staðfest varð við tumma sjey.
Men tá myrkur kom á degi
yvir landið og ein mann,
ið hekk á breiða vegi
nær við millumgongumann.
Ránsmenn tveir á krossarplanka
fóru ævinleikans veg.
Annar fekk tá frelsutanka:
“Jesus, vilt tú minnast meg,
tá tú kemur í títt ríki,
millummaður mín tá ver?”
– “Ja, í dag í paradísi
skal eg fylgja tær á ferð.”
Hann var bjargalínan reyða…