Nýtt lív – í nýggjum klæðum

Tá ið kommunistarnir gjørdu vart við seg í Evropa, orðaðu teir eitt slagorð: “Kommunisma merkir nýggjur búni til hvønn mann!” Sum svar til hetta orðaðu nøkur kristin eitt nýtt slagorð: “Kristindómur merkir nýggjur maður í hvønn búna!”

Paulus hevði allarhelst verið nøgdur við hvørgan av hesum orðingum. Hann hevði heldur sagt: “Kristindómur merkir nýggjur maður í nýggjum búna!”

Leita upp kapittul 3 í Kolossubrævinum, og les róliga henda kapittulin ígjøgnum. Paulus skrivar her um tvey viðurskifti:

Fyrst: At vera kristin er at hava fingið nýtt lív. Hetta lívið er eitt Kristuslív. Sí versini 1-4.

Víðari: Ein kristin skal liva hetta nýggja lívið í gerandisdegnum. Hesum nýggja lívinum tørvar nýggj klæðir. Sí versini 5-25.

Tað fyrra fevnir um hjartalagið. Tað seinna fevnir um gerandislívið.

Tað fyrra fevnir um innaru síðuna av kristnilívinum. Tað seinna fevnir um uttaru síðu.

Lat okkum siga eitt sindur um gerandislívið, og um tey nýggju klæðini.

1. Tað er sostatt nakað, sum ein kristin skal lata seg úr.

LES EISINI  Bøn fram um alt

Tey gomlu klæðini skulu leggjast burtur. Sí 5. og 8. vers:

“So deyðið tá hinar jørðisku limirnar, ólevnað, óreinsku, fýsni, illa lyst og ágirnd, sum ikki er annað enn avgudadýrkan.”

“Men nú skulu eisini tit leggja tað alt samalt av, vreiði, bræði, illskap, háðan, illavorðið tos av munni tykkara. Ljúgvið ikki hvør fyri øðrum!”

Hetta eru viðurskifti, sum hoyra til í tí gamla lívinum. Tað er soleiðis, eitt menniskja livir, áðrenn tað tekur ímóti Jesusi sum frelsara og harra. Men stórar broytingar henda, tá ið Jesus flytur inn. Eitt nýtt lív verður føtt. Ein tráan at æra Gud í sínum lívi, bæði í tanka og orði, gerðum og hugburði. Tað nýggja lívið fær fylgjur fyri gerandisdagin.

2. Tað eisini nakað, ein kristin skal lata seg í.

Tað eru nýggj klæðir í væntu hjá tí, sum verður frelstur. Sí versini 12-15:

“So íklæðist tá eins og Guds útvaldu, heilagu og elskaðu, hjartaliga miskunn, góðvild, eyðmýkt, spaklyndi, langmóð, so at tit umbera hvør annan og fyrigeva hvør øðrum, um einhvør hevur kærumál móti einumhvørjum; eins og Kristus fyrigav tykkum, soleiðis eisini tit! Men fram um alt hetta íklæðist kærleikan, sum er band fullkomileikans! Og latið frið Krists ráða í hjørtum tykkara, sum tit eisini vórðu kallaðir til í einum likami, og verðið takksamir!”

Tá ið broytingar henda í uttara lívshátti, er orsøkin broytingar innanífrá. Tað uttara er úrslit av tí innara!

LES EISINI  Eitt øðrvísi fólk

Í endanum av kapittlinum lesa vit:

“…ikki við eygnatænastu eins og teir, sum vilja toknast monnum, men í einfaldi hjartans, so sum teir, sum óttast Gud. Hvat tit so gera, gerið tað av hjarta, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum” (versini 22-23).

Hesa lívsbroyting kallar Bíblian fyri halgan. Hetta er vøkstur. Halganin er, at tað nýggja lívið breiðir seg út í gerandisdegnum.

 

Til umhugsanar
Veitst tú, hvussu eikin skiftir sín blaðbúna?
Onnur trø missa bløðini um heystið vegna kulda og vind. Eikin missir ikki tey gomlu bløðini, fyrr enn várið kemur, og tað nýggja lívið vil fram. Tá ið lívið trýstir seg fram innanífrá, fær eikin sín nýggja búna!

 

Eftir Johnn R. Hardang (Noreg) í bókini “Veien” (Sambåndet Forlag 1998)

Hjørleif Poulsen týddi

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina