Nýtt rytmiskt kór byrjað í Leirvíkar Missiónshúsi

Eitt nýtt rytmiskt kór byrjaði at venja í Leirvíkar Missiónshúsi fyri góðum mánaði síðan. Kórið hevur longu meira enn 30 limir, og kórleiðari er Vagn Foldbo, ið hevur drúgvar royndir við kórleiðslu.

Tað eru fleiri ár síðan, at missiónshúsið í Leirvík hevði eitt kór. Í nøkrum førum hava kór verið virkin í styttri tíðarskeið, har tey hava vant fram ímóti serligum tiltøkum – og nú saknaðu fólk í meinigheitini at syngja saman í kóri aftur.

Kórleiðarin, Vagn Foldbo, er ikki óroyndur sum kórleiðari. Hann stjórnaði kórinum Trinitas, sum var virkið í 90’unum. Tað kom úr streingjakórinum, sum var tá, men menti seg meira til at vera eitt rytmiskt gospelkór. Brøðurnir Vagn og Jørmund Foldbo leiddu Trinitas í eini 10 ár, sum var eitt felagskór fyri tríggjar grannabygdirnar Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð. Í dag eru teir báðir eisini við í nýggja kórinum.

Hóast nýggja kórið er byrjað í Leirvík, eru eisini kórlimir úr Gøtu og Fuglafirði. Kórleiðarin leggur eisini afturat, at øll eru vælkomin við í kórið.

LES EISINI  Effata

Kór hevur stóran týdning fyri tað sosiala í meinigheitini, tí tað samlar fólk um sanggleði og skapar ein góðan felagsskap. Kórið rakar eisini ein breiðan skara av fólki, og er fyri øll úr 8. flokki og uppeftir. Limirnir eru heilt úr 16 ár og upp í 60’ini.

Ambitiónirnar eru ikki smáar. Kórið venur við nótum, og tað sæst at alt er væl skipað. Tilfar verður lagt út á appina Musescore, sum kórlimirnir fáa atgongd til at venja eftir. Harafturat venur kórið eisini egin løg, ið eru smíðjaði av persónum í bygdini.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina