O tann dag tá Jesus kemur

Fyrr í ár vóru Harmonikuvinir í Nesvík, har teir spældu fleiri sangir. Hesar sangir fara vit so við og við at leggja út á Trúboðan.

O tann dag tá Jesus kemur
Hann sum mínar syndir bar.
Tekur móti mær í skýnum
Og meg leiðir heim við sær.

Niðurlag:
Jesus hond í hond meg leiðir
Gjøgnum perluportrið heim –
Hvítum klæðum, sigurskrúnu
Einglar syngja: Vælkomin heim!

Nýggja heim hann okkum bjóðar
Fruktirnar av lívsins træ –
Lívsins kelduvatn tað reina
Í Jerusalems nýggja stað.

Stóra lið at heimi gongur
Har ímillum teljist eg.
Heima, heima allar ævir
Sum ein brúður har gleðist eg!

Fyri trúnuni vit standa
Nýggjan song vit syngja har.
Heilagur ert tú Guðs sonur
Brúsar songurin heima har.

LES EISINI  Hevur tú hús títt á klettin bygt
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina