Øðrvísi missiónsvika í Leirvík

– Vit royna at lækka gáttina, so vit røkka útum “kjarnufjøldina”. Tað sigur Petur Súni Jacobsen, formaður fyri missiónshúsið í Leirvík, sum saman við øðrum leggur árligu missiónsvikuna til rættis. Onkur tiltøk verða í bygdarhúsinum, samfelagsliga viðkomandi evni verða viðgjørd, og útlendskur talari verður um vikuskiftið.

Síðstu heilu vikuna í januar er missiónsvika í Leirvík. Soleiðis hevur verið í mong ár, og so verður aftur í ár, og ein missiónsvika er á mangan hátt eitt siðbundið tiltak. Men í ár hava tey roynt at seta eina øðrvísi skrá saman.

– Tá bólkurin, sum skipar fyri missiónsvikuni, fyrstu ferð kom saman, vóru vit beinan vegin samd um, at vit vilja røkka útum “kjarnufjøldina” við boðskapinum. Hetta hava vit saknað síðstu árini, og tí royna vit ymiskt øðrvísi hesaferð. Vit halda, at vit hava fingið eina sera spennandi, fjølbroytta og øðrvísi skrá, sigur Petur Súni.

Missiónsvikan byrjar við familjumøti sunnudagin 19. januar klokkan 13.30, har Mariann D. Poulsen talar og Emma, Rebekka og Sunneva syngja. Áðrenn møtið er døgurði og pitsa. Mánakvøldið er bøn og lovsangur.

Tveir fyrilestrar í bygdarhúsinum

– Týskvøldið og mikukvøldið verða tiltøkini í bygdarhúsinum, og hetta eru fyrilestrar. Vit halda, at gáttin er lægri inn í bygdarhúsið, og evnini, ið vit viðgera, eru samfelagsliga viðkomandi. Vit eru sera spent uppá, hvørja ávirkan hetta kann hava, sigur Petur Súni.

LES EISINI  Hóskvøldið byrjar missiónsvikan í Tjørnuvík

Týskvøldið 21. januar klokkan 19.30 heldur Ann Dahl Hansen, prestur, ein fyrilestur um “Gud í samfelagnum”, og Magni Christiansen syngur. Mikukvøldið hevur Petur Steingrund, lektari í havlívfrøði, ein fyrilestur um “Trúgv og vísindi”, og systkini av Høgabóli syngja. Hesi bæði tiltøk eru sum nevnt í bygdarhúsinum.

– Hóskvøldið er møti aftur í missiónshúsinum, har Carsten Fonsdal Mikkelsen, nýsettur trúboðari, talar um evnið “At elska Gud – at elska næstan” út frá Matteusevangeliinum 22,35-40. Taborkórið á Toftum syngur. Vit ætla, at dupulta kærleiksboðið skal vera ein reyður tráður gjøgnum alla vikuna, greiðir Petur Súni frá, og um vikuskiftið verður tað víntræið og greinarnar.

Gestatalari úr Danmark

Fríggjakvøldið er møti klokkan 21, og tey ungu skipa fyri hesum møti.

– Fyrr hava við havt møti klokkan 19.30 og biðið tey ungu skipa fyri, men av ymiskum grundum møta fá ung og eisini fá tilkomin upp hetta kvøldið. Hvørt fríggjakvøld er ungdómsmøti klokkan 21, og tí løgdu vit eisini fríggjakvøldsmøtið á missiónsvikuna tá. Tað er sera umráðandi at røkka teimum ungu, og skráin er eisini nógv merkt av tí. Tey ungu hava eisini gjørt ein tónleikabólk til møtini um vikuskiftið, sigur Petur Súni.

LES EISINI  Stýrislimur í 43 ár

Talari um vikuskiftið verður danin Jesper Oehlenschläger. Jesper er prestur, rithøvundur og eftirskúlaforstandari á Norsjællands Efterskole, og hann talaði eisini á mannfólkavikuskiftinum í Leguhúsinum í Nesvík í september í fjør.

Jesper Oehlenschläger er prestur, rithøvundur og eftirskúlaforstandari

– Vit eru sera glað fyri at fáa Jesper á vitjan. Fólk lótu væl at honum á mannfólkavikuskiftinum, tí hann hevur ein góðan boðskap og talar “í eygnahædd”. Evnini hjá honum verða sum nevnt øll út frá líknilsinum um víntræið og greinarnar í Jóhannesevangeliinum 15, sigur Petur Súni.

Skráin

Missiónsvikan í Leirvíkar missiónshúsi verður í døgunum 19.-26. januar, og ætlanin er at hava felagsbøn fyri missiónsvikuni hvørt kvøld, áðrenn missiónsvikan byrjar.

Skráin fyri missiónsvikuna er henda:

Sunnudagur 19. januar kl. 13.30
Familjumøti
Talari: Mariann Poulsen
Sangur: Emma, Rebekka og Sunneva
Døgurði/pizza áðrenn møtið

Mánakvøld 20. januar kl. 19.30
Bøn og lovsangur

Týskvøld 21. januar kl. 19.30
Evni: Gud í samfelagnum v/ Ann Dahl Hansen
Sangur: Magni Christiansen
Stað: Bygdarhúsið í Leirvík

Mikukvøld 22. januar kl. 19.30
Evni: Trúgv og vísindi v/ Peturi Steingrund
Sangur: Systkini av Høgabóli
Stað: Bygdarhúsið í Leirvík

LES EISINI  Missiónsvikuskifti í Oyndarfirði

Hóskvøld 23. januar kl. 19.30
Evni: At elska Gud – at elska næstan (Matt 22,35-40)
Talari: Carsten Fonsdal Mikkelsen
Sangur: Taborkórið á Toftum

Fríggjakvøld 24. januar kl. 21.00
Ungdómsmøti
Evni: Røtur – Hvussu fær man røtur, sum er ein fortreyt fyri at kunna bera frukt? (Jóh 15)
Talari: Jesper Oehlenschlager
Sangur: Tabitha
Innsavnan til missiónshúsið

Leygardagur 25. januar kl. 10
Áhugatími við morgunkaffi
Evni: Tæn, har tú ert
Talari: Derhard Jógvansson

Kl. 19.30
Evni: Relatiónir – Hvussu livir man bundin at Jesusi og øðrum menniskjum? (Jóh 15)
Talari: Jesper Oehlenschlager
Sangur: Gøtu kirkju ungdómskór
Barnaansing
Innsavnan til Kirkjuligu Heimamissiónina

Sunnudagur 26. januar kl. 11
Gudstænasta

Kl. 13.30
Sunnudagsskúli

Kl. 18
Evni: Kósin – Hvussu ber okkara lív frukt og fær kósina, Gud ynskir fyri okkara lív? (Jóh 15)
Talari: Jesper Oehlenschlager
Sangur: Anton Liljedahl
Barnaansing
Nátturði eftir møtið
Innsavnan til missiónshúsið

Leirvíkar missiónshús

Annars
Bønarmøti er í stovuni í kjallaranum hvørt kvøld, ½ tíma áðrenn møtið byrjar
Møguleiki er fyri forbøn og samtalu
Drekkamuður verður aftan á møtini í missiónshúsinum
Sunnudagin 19. januar er døgurði áðrenn møtið
Sunnukvøldið 26. januar er nátturði eftir møtið

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina