Okkurt er galið …

Signar á Reynatrøð

Bloggurin er eitt persónligt sjónarmið hjá tí, sum hevur skrivað.

Millum bestu bøkur eg havi lisið, er barnabókin, ið kallast “Okkurt er galið.” Bókin er týdd til føroyskt og varð givin út í 2002.

Hetta er ein stuttlig og øðrvísi bók, ið brýtur vanlig mørk og gevur rúm fyri undran og práti millum tann vaksna og barnið. Í bókini eru blaðsíður við myndum, ið leggja upp til prát um, at okkurt er galið.

Í bókini standa einir skógvar í einum køliskápi. Har er ein tekanna í skóm, ið sjálv skeinkir upp í ein skógvaðan kopp. Har rennur sandur úr vatnkrananum, ein kavamaður stendur í bakarovninum, og ein bátur siglir eftir koyrivegnum.

Barnabókin: Okkurt er galið

Soleiðis havi eg aftur og aftur lisið hesa bókina saman við okkara smáu gimsteinum heima við einum smíli. Jú, vit hava verið samdir um, at okkurt er galið.

Okkurt er galið í dag

Havi mangan hugsað um hesa bókina inn í okkara samtíð. Fólk hava sterkar og almennar meiningar á sokallaðum sosialum miðlum og eru ósamd um alt og einki. Ja, fólk eru sera ymisk á máli um, hvat er rætt, og hvat er skeivt í øllum lívsins viðurskiftum, og tað vilja tey so fegin sleppa at varpa út alment.

Reinar hendur

Vællærd fólk við nývaskaðum hondum og væl angandi perfumu píska sínar yvirskriftir upp í skúm fyri at siga undanfarna ættarliði, hvat tey gjørdu skeivt, og hvat tey nú ístaðin eiga at gera fyri at bjarga mannaættini.

Útlát

Fólk eru ósamd um útlát. Onkur flýgur kring knøttin fyri at bjarga heiminum og soleiðis boða øðrum frá úr erva, at tey skulu skilja ruskið heldur enn fiskin og heldur hugsa meira um útlátið.

Onnur skilja einki av tí heila, men fara bara sína dagligu gongd til handils at keypa mjólk, ger og mjøl við síni gomlu útslitnu tasku – tó uttan at varpa tað út um allar geilar. Tey gera tað bara. Omma var ein teirra. Abbi stóð á seiðabergi vár og heyst og hagreiddi fongin til heilsugóðan døgurðamat. Tey dugdu at skilja fiskin.

Sjálvsøkið DNA

Vit liva í eini upplýstari tíð, har til ber at fylgja við dagligu menningini hjá okkara DNA heilt frá byrjan og út í hvønn fingrasnipp. Men okkurt er galið, tí í Danmark savna tey inn pening fyri at hjálpa føroyskum kvinnum at síggja burtur frá rættindunum hjá teimum óføddu í Føroyum. Løgið, at tað ikki er ein mannarættur at vera fødd/ur? Uttan iva avdúkar okkara DNA munandi meira um okkara muru, enn vit gruna.

Barnið veit

Foreldur eru ósamd um svøvnlag, og um barnið skal eta morgunmat og hava matpakka við á stovn ella ei. Summi vaksin gera vart við, at hetta má verða lægsti felagsnevnari, sum allir partar kunnu semjast um, meðan onnur vísa hesum aftur. Sambært teimum eigur barnið sjálvandi at avgera, nær tað skal eta og sova.

Kvinnukúgan, koyripeningur og kynslig sannføring

Okkurt er galið, tá ið kvinnukúgan er tað sama sum, tá ið mamman verður stuðlað til at passa síni egnu smábørn heima.

Og so eru tað tey, sum megna at samanlíkna koyripening við kynsliga sannføring í mun til virðisgrundarlagið í okkara samfelagi. Eg meini so við – tá er lættari at samanbera ledperur við flekkutar bananir og kamelar við reyðar og bláar knappanálir á Barnadeildini.

Tá eg var barn

“Tá eg var barn, talaði eg eins og barn, hugsaði eg eins og barn, dømdi eg eins og barn; men síðan eg eri vorðin maður, havi eg lagt barnaskapin av.” (1. Kor. 13,11). Paulus visti, hvat hann tosaði um, tí hann hevði eisini verið fostur og barn, men nú var hann vaksin.

Vit lesa í mest lisnu bók, at Paulus kendi tær heilagu skriftirnar: “Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað, og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus”. (2. Tim. 3,15)

Jú, víst skulu børnini vera sædd og hoyrd. Men tað hevur stóran týdning, at vit eru samd um at leggja tað besta niður í børnini, soleiðis at tey eru før fyri at taka rættar avgerðir á røttum grundarlagi, tá ið tey eru vaksin.

Jesus veit

“Okkurt er galið” er ein góð barnabók, ið loyvir undran og spurningum. Men tað er høpisleyst at byggja lív sítt á kavamenn, sand og bøkur, har okkurt er galið.

Vit kunnu undrast um ymiskar húsasmiðir og onnur viðurskifti í bíbliuni. Men timburmaðurin úr Nasaret sigur, at “hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn.” (Matt. 7,24)

Jesus vil vera okkara grundvøllur, har einki er galið. “Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.” (1. Kor. 3,11)