Ole Børud í Føroyum 4. apríl

Kendi norski tónleikarin Ole Børud vitjar í Føroyum 4. apríl í ár. Mitt í eini heimsrundferð kemur hann hendan vegin við fullum orkestri, saman við blásarum og teknikkarum.

Í tíðindaskrivi siga fyriskipararnir, at Ole Børud einamest er kendur fyri sín serstaka funk, westcoastpopptónleik, ið minnir ikki sørt um Steely Dan, Michael McDonald og Doddie Brothers. Hesin tónleikur hevur seinastu tíðina fingið rættiligt comeback millum ung og hipstarar, ið seta prís uppá kvalitetstónleik. Ole Børud er ein meistari í hesum tónleikastíli, og hann ferðast kring heimin við framúrskarandi bólki sínum.

Sjálvur kemur Ole frá kendari tónleikafamilju og hava tey verið sera aktiv í millum annað Grand Prix, á leikpallum og í konserthølum. Hann hevur verið professionellur tónleikari, síðan hann var 16 ára gamal, men líka síðani hann tók síni fyrstu fet, hevur tónleikurin fylt lív hansara.

Nú er tíðin so komin til Føroyar. 4. apríl trínir Ole Børud við 8-manna orkestri á pall í Nebo á Toftum. Nebo er ein av nýggjaru samkomusalunum í landinum, og er hølið eitt av landins bestu konserthølum. Fleiri sera væleydnaðar konsertir hava verið í Nebo, har gott ljóð- og ljósanlegg og ein stórur pallur tann 4. apríl verða karmur um kanska bestu konsert-uppliving í Føroyum í 2020, siga fyriskipararnir.

Tað er GJAMMA-Live, sum javnan skipar fyri konsertum við føroyskum og útlendskum nøvnum, ið skipar fyri konsertini.

GJAMMA-Live boðar eisini frá, at nýggi, sera spennandi og vælspælandi bólkurin Reality Bytes hitar upp til konsertina. Tey lova áhoyrarunum eitt upplivilsi við kendum og nýggjum tónleiki.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina