Øll, ið fús vóru at geva, komu…
Og Móses talaði við allan savnað Ísraelsmanna og mælti: “Hetta er tað, sum Harrin hevur boðið: Flýggið Harranum offuravskurð av tí, sum tit eiga. Hvør, ið geva vil av fúsum huga, skal bera fram offuravskurð Harrans: Gull, silvur og kopar.
Allur savnaður Ísraels fór nú út frá Mósesi; síðan komu teir aftur hvør og ein við tí, sum teir av góðum hjartalagi og fúsum huga vildu veita Harranum sum offuravskurð til at reisa samfundartjaldið av til alla tænastu tess og til øll halgiklæðini; bæði menn og kvinnur, øll, ið fús vóru at geva, komu og bóru fram sylgjur og oyrnaringar, fingurgull og hálsbond og alskyns gullgripir; og hvør maður, ið vildi ofra Harranum nakað, kom við gulli.
Men høvdingarnir komu við sjóhamsteinum og øðrum dýrum steinum til at seta á akulin og bróstskjøldurin, við vælangandi balsamurtum og olju til ljósastakans, til salvingarolju og roykilsis. Og allir Ísraelsmenn, bæði menn og kvinnur, ið fús vóru til at geva, komu av sær sjálvum við gávum Harranum til handar, til tess at fullføra tað verk, sum Harrin við Mósesi hevði boðið at gera.
2. Mósebók 35, 4-5; 20-22; 27-29
Vit eru í tekstinum stødd úti í oyðimørkini við Hórebs fjall, saman við Mósesi og Ísraelsfólki. Móses hevði verið uppi á fjallinum og fingið lógartalvurnar og eina nágreiniliga fyriskipan um, hvussu hann skal lata gera ein halgidóm, har Harrin skal taka búgv ímillum fólkið.
Fyri at verkið skuldi verða veruleiki, var Móses noyddur at fáa til vega alt tað tilfar, sum Harrin hevði fyriskipað. Havandi í huga, at fólkið varð statt mitt úti í oyðimørkini, bar jú ikki til at fara í handlar at keypa tað, sum tørvur var á.
Lótu av tí, tey áttu
Móses kallar tí fólkið saman og ber fram tað, sum Harrin hevur boðið, at fólkið skal geva gávur av tí, sum tey eiga. “Men” sigur hann, “hvør, ið geva vil av fúsum huga skal bera fram offuravskurð Harrans”. Og her var brúk fyri nógvum ymiskum tilfari; gulli, silvuri, kopari, ymiskum dýrum steinum, reytt og blátt purpur, egyptiskt lín og annað við. Í kapitli 38 hava vit eina skrá yvir tilfarið, sum varð brúkt. Umroknað til kilo var hetta umleið 1450 kilo av gulli, 5000 kilo av silvuri og 3500 kilo av kopari.
Tað kann undra, hvussu fólkið, sum hevði trælað undir egyptum, kundi fáa alt hetta til vega; men í kapitli 12 kunnu vit lesa um, at tá tann tíggjunda plágan, deyði teirra frumbornu, hevði rakt egyptar, og Fárao og allir egyptar tóku undir at fáa Ísraels fólk sum skjótast út úr landinum, tá hevði Harrin lagað tað soleiðis, at egyptar høvdu tokka í fólkinum og góvu teimum tað, tey bóðu um. Og soleiðis rændu teir egyptar (36.v.).
So Ísraelsfólk hevði almikið av góðsi til at lata av. Og tey lótu eisini av tí, tey áttu.
Góvu sjálvboðin
Vit lesa um, hvussu allur savnaður Ísraels, tann meinigi maðurin, høvdingin, menn og kvinnur koma berandi við gávum, ikki við ringum tannabiti, men tað verður lagdur dentur á, at tað var við góðum hjartalagi og fúsum huga. Síðani fóru menn og kvinnur, sum vóru listakøn og fús at vinna á verkinum, undir arbeiðið.
Í kapitli 36 er tað stórt at lesa um, hvussu fólkið áhaldandi kemur av sær sjálvum við gávum, so at teir, sum hava fingið ábyrgdina av gávunum og byggingini, at enda mugu fara til Móses at gera vart við, at fólkið kemur við nógv meiri, enn tørvur er á. Tá Móses so hevði givið boð um, at fólkið ikki skuldi lata fleiri gávur til halgidómin, lesa vit so í 7.v, at so nógv var komið inn, at tað leyp av.
Í Krýnikubók 29 fara líknandi hendingar fram. Her er tað Dávid kongur, sum savnar saman tilfar at byggja Harranum tempul við. Dávid og høvdingar fólksins ganga undan við at lata gávur til halgidómin – og fólkið gleddist yvir, at teir góvu sjálvbodnir, tí at av heilum huga góvu teir ókravdir Harranum gávu, eisini Dávid kongur gleddi seg í stórum (9.v).
Reyði tráðurin
Hetta, at geva, gongur í veruleikanum sum ein reyður tráður ígjøgnum alla Bíbliuna. Tá ið menniskjan var fallin í synd í Edens urtagarði, hevði Gud eina ætlan um at geva son sín hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív (Jóh 3,16).
Vit lesa so um, hvussu Gud valdi sær út eitt fólk, Ísraelsfólk, og hvussu tað aftur og aftur verður boðað frá, at ein frelsari, ein Messias, skuldi koma í heimin. Í evangeliunum hoyra vit síðan, at tá ið tíðin var búgvin, varð frelsarin, Jesus Kristus, føddur inn í henda heim. Síðani lesa vit um, hvussu Jesus livdi lívið. At enda gav hann sítt lív á krossinum fyri allar heimsins syndir.
Ápostlasøgan og víðari í Nýggja Testamenti, sigur okkum frá, hvussu ápostlarnir, hesir menn, sum høvdu verið lýdnir móti Jesu kalli um at fylgja honum, so hann kundi gera teir til mannafiskarar, góvu seg sjálvan heilt og fult í tænastu fyri Jesus og gleðiboðskaparins skuld (Mark 8,35-35).
Kærleiksgáva
Í Filippibrævinum 4 takkar Paulus og gleðist um gávuna, hann hevur fingið úr Filippi. Ikki tí, at hann tráar eftir gávuni, men hann tráar eftir ávøkstinum (17.v). Sum Guds børn eru vit komin í eina nýggja tilgongd, nevniliga at bera ávøkstur til halganar. Henda ávøkst kunnu vit ikki sjálvi skapa, men Heilagi Andin skapar henda ávøkst í lívi okkara.
Jesus hevur við Guds Heilaga Anda, tikið búgv í okkum og vil mynda okkum eftir síni mynd; “Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi” (Fil 2,5). Ein av hesum andans ávøkstum er kærleiki (Gal 5,22).
Í 2 Korintbrævi 8 vísir Paulus á kirkjuliðið í Makedóniu, sum hóast tey høvdu lítið um hendi, fegin vildu vera við at hjálpa teim heilagu, sum einki høvdu. Paulus eggjar korintmonnum, sum eru ríkir í millum øðrum trúgv, talu og kunnleika, um eisini at vera ríkir í hesi kærleiksgávu. Hetta sigur hann ikki sum eini boð, men fyri at royna dygdina í kærleika teirra við áhuganum hjá øðrum (8.v).
Hesin kærleikans ávøkstur, sum andin skapar í okkum, elskar treytaleyst, gevur uttan at fáa nakað afturfyri. Við øðrum orðum sigur Paulus, at soleiðis sum okkara sinnalag og vilji er at geva víðari av øllum tí, sum vit hava fingið, soleiðis kann metast um, hvønn kærleikans ávøkstur vit bera.
Geva av fúsum huga
Gævi at vit, líkasum Dávid kongur (1 Krýn 29 – Bøn Dávids) kunnu fegnast um, hvussu Guds fólk her heima sjálvboðið, av fúsum huga vil geva av øllum tí, sum Harrin hevur vælsignað okkum við, tí “frá tær er alt, og av tí, sum hond tín hevur givið, gevum vær tær gávur”.