OM Føroyar fyllir 10 ár

Mikudagin 19. oktobur hátíðarheldur OM Føroyar, at tað eru 10 ár síðani føroyska deildin varð stovnað. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum á Strondum frá klokkan 19. Á skránni eru heilsanir, talur, videobrot og bøn.

Í ár eru 10 ár liðin, síðani OM Føroyar bleiv sett á stovn. Absalon Áargarð var fyrsti nevndarformaðurin og Anita Tausen fyrsti landsleiðarin í OM Føroyum. Tí ynskir OM Føroyar at hátíðarhalda hesi 10 árini við einum føðingardegi 19. oktobur, har øll eru bjóðað við.

Nógv er hent hesi 10 árini, og mikudagin fer OM Føroyar at varpa ljós á okkurt av tí. Eisini verður hugt at støðuni nú, og ikki minst hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

OM Føroyar vónar, at allir OM-vinir og stuðlar møta upp fyri at hátíðarhalda dagin í bygdarhúsinum á Strondum 19. oktobur klokkan 19.

LES EISINI  Tilmeldingin til TeenStreet er byrjað
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina