Online seminar um sex leygardagin

European Leadership Forum skipar leygardagin fyri einum sonevndum “master class”, har fokus verður á, hvussu Bíblian sær upp á sex. 

Undirvísingin fer at snúgva seg um rákið í dag, sum ávirkar okkara á áskoðan á sex, og hvat Bíblian sigur um evnið.

Sex er ein týðandi og sterk síða av okkara menniskjaligu tilveru. Í dag er okkara hugsan um sex, kropp og kærleika nógv ávirkað av seksuellu kollveltingini, meðan bíbilska fatanin verður víst aftur og hildin fyri spott. Ofta hevur kirkjan verið tigandi um hetta evni, ella hevur hon stigvíst tillagað seg sekulariseraðu mentanini.

Tað er svenskarin Stefan Gustavsson, sum undirvísir. Hann er leiðari á Apologia – Center for Christian Apologetics, og er ógvuliga virkin í IFES Europe (KFS í Evropa). Hann luttekur ofta í evangelisering á universitetum og almennum kjaki. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um kristna trúarverju og kristna sinnið. Stefan er giftur við Ingrid, og tey hava trý vaksin børn.

LES EISINI  Tíðindaskriv: Okkara boð til viku sex

Tað er ókeypis at luttaka, men man skal melda seg til frammanundan fyri at fáa leinkju til tiltakið. Undirvísingin, sum verður á enskum, verður leygardagin kl. 15-18.

Tú kanst melda til her

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina