Online ungdómsmøti

Leygarkvøldið senda vit eitt ungdómsmøti á Trúboðanum. Skráin verður blanda við gomlum og nýggjum tilfari.


Av Tvøroyri hava vit júst fingið ein vitnisburð frá einari vælupplagdari Hannu Højgaard, sum greiðir frá hennara upplivingum sum kristin. Tað kunnu tit gleða tykkum til at hoyra!


Vit fara eisini at njóta góðan sang frá Stórmøtunum í fjør, har ung frá Tabor á Toftum og KFUM&K í Klaksvík leiddu felagssangin. Eisini hoyra vit eitt lag frá Annu Lovisu og Tummas Paula Mýri.


Sendingin verður løgd her á Trúboðan, og á Facebook síðin hjá HMU kl 21.00.


Hjartaliga vælkomin

LES EISINI  Felags ungdómsmøti í Nesvík
Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina