Opið bræv til Demas

Góði Demas!

Eg havi leingi ætlað mær at skriva til tín, men nústani havi eg fingið tað í lag. Satt at siga havi eg hugsað nógv um teg. Og sjálvt um eg ikki kenni teg, so havi eg ta kensluna, at eg líkist tær á nógvum økjum. Tað er jú ikki nógv skrivað um teg í Nýggja Testamenti. Tríggir setningar, tað er tað heila; Og so eru tað bert hjálparsetningar: Paulus ber heilsur frá tær til Filemons og til kirkjuliðið í Kolossu. Men títt navn er bert skrivað millum øll hini nøvnini. (2 Tim. 4:10)

Eg kundi hugsað mær at vita, hvussu tú kendi tað at arbeiða saman við Paulusi. Tí tit høvdu jú tætt samarbeiði. Eg kann siga tær, at tað eru túsundur av kristnum, sum hava droymt um hetta: Hugsa tær at virka saman við Guds ápostli. Hugsa tær at liva so tætt at umvendingum, undurgerðum, nýggjum kirkjuliðum, kraftargerðum og bíbliufrálæru. Hevði tað bert verið eg.

Men nú var tað so tú, Demas, sum fekk loyvi til tess. Men kanska vart tú ikki nøgdur við tað. Tín tænasta var kanska ikki so sjónlig. Tú vart í skugganum av Paulusi. Og tað, sum tú beit mest merki í, vóru trupulleikarnar, spottanirnar; fongslingarnar, vanvirðingina og forfylgingarnar.
Men hesa byrðuna hevði tú helst klárað, um tú ikki hevði kensluna av at hava fingið eina órættvísa viðferð. At verið fyri vanbýti. Skúgvaður til viks. Kensluna av, at Gud elskaði hini, men ikki teg. Kanska gekst tú inn í samstarvi við Paulus júst fyri at koma nærri Gudi. Og so fekst tú at kenna, at hetta var ein blindgøta. At Gud ikki elskar nakran vegna teira arbeiði og tænastu, men bert vegna sítt egna miskunsemi.

Tú hoyrdi so mangan Paulus tala um tað – men tað kom ongantíð inn í títt lív, so tú livdi eftir tí. Tú legði teg ongantíð at sóla tær í Guds kærleika. Gleddist yvir at Hann elskaði teg sum tú vart. Og við teimum evnum tú hevur fingið. Nei, altíð skuldi tú líkna teg við onnur, so tú á tann hátt kundi finna virði í tær sjálvum. Og endin mátti tí verða tann, at tú hvørki legði nakað í teg ella hini.

Góði Demas! Kanska fari eg skeivur: Kanska vóru tað heilt aðrar grundir til at tað endaði soleiðis. Eg viðgangi, at eg giti. Men eg kann ikki lata vera. Tín lagna er so ræðandi, at eg kann ikki lata vera við at hugsa um tað. Tú ert fyri mær alt tað, eg ræðist mest av øllum. Og eg kann ikki bara mær at grunda yvir, at tað gekk sum tað gekk. Ein starvsfelagi hjá einum ápostli sum fellur frá.

LES EISINI  Lat okkum vera øðrvísi í 2021

Tú hevur helst sjálvur lisið Paulusa annað bræv til Timoteus, hvat hann skrivar um teg. Tað er ikki fyri at taka gamlar syndir fram, at eg endurgevi tað. Men søgurnar siga kortini, at tú ert vorðin so kaldur, at tað ikki longur nervar teg at verða mintur á tað, tú einaferð livdi í. Tó, so er tað helst ein setningur, sum hevur sett seg fastan hjá tær, tá Paulus stutt skrivar: Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin.

Tað fer ein skjálvti ígjøgnum meg, hvørjaferð eg lesi hendan setning, Demas. Hann er sum eitt gravarorð hjá einum, sum einaferð livdi. Og eg eri bangin fyri, at eg skal verða tann næsti. Tí eg kenni hugin til at gevast við stríðnum, sogin av heljardýpinum, kærleikanum til heimin.

Hetta er kanska grundin til at tú, eftir at tú ert fallin frá, ert tann sterkasti vekingartalarin, eg havi hoyrt. Eg havi verið til nógvar missiónsvikur og hoyrt langar talur. Men tað er sjáldan, at tær hava talað til mín eins nógv og tey fáu orðini um teg: Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði hendan heimin. Eg haldi, tú kundi lært okkum nakað. Kanska kanst tú betri enn Jákup vísa okkum, at tann, sum fegin vil vera vinur heimsins, ger seg sjálvan til Guds fígginda.

Góði Demas. Bert eg visti, hvat tað í veruleikanum var, sum hendi. Hvar kom Freistarin inn í lív títt?
Tað hevur ikki verið sjónvarp eller sjónbond, sum hava vunnið á tær tá. Men hugurin til at søkja ein annan veruleika enn Guds, hevur helst verið tann sami tá sum nú á døgum. At søkja undirhald, at hála álvarsemið úr lívinum, at lata seg fylla við nøkrum, sum ikki altíð er gott, men heldur ikki altíð er so skaðiligt. Var hetta tað, sum leiddi teg til fall, Demas?

Eg hevði ynskt, tú segði mær, hvat var galið. Vit kunnu bert gita. Var tað ríkidømi sum tók teg, so tú setti heimsins ríkidømi hægri enn Meistarans tokka. So tú hugsaði meir um lønina, enn hann sum lønina gevur.

Ella vart tú vónbrotin, Demas. Vónbrotin um at sjálvt um Paulus og tú góvu trøunum vatn, so læt Harrin kortini ikke trøini vaksa inn í Himmalin. Kanska virkaði tú við stórum ætlanum um vøkstur og veking í kirkjuliðunum. Tú ynskti veruliga Guds orði framgongd. Og tú spardi teg ikki. Nátt sum dag stríddi tú trúarinnar góða stríð. Til tú fekst eitt slag í veingin, og gjørdist vónbrotin. Tað hendi so lítið. Lívið í kirkjuliðinum er so ússaligt. Tað hevur alla tíðina stuðul og hjálp fyri neyðini. Og orðið um krossin var at enda ikki bert dárskapur fyri heimin, men eisini fyri tær, Demas. Tú ynskti framgongd, men fekk at uppliva forfylging. Tú ynskti viðgongd, men fekk at uppliva pínu, sorg og vónloysi.

LES EISINI  United by Music – sameind í tónleikinum

Og at enda valdi tú vøkstur eftir heimsins treytum. Og helst fekst tú at kenna, sum so mong eftir tær, at tað, sum í tí tíðarskeiðinum vaks mest, var dustið á tíni bíbliu.

Eg komi at hugsa um nøkur orð, Demas,.. úr Hebreaabrævinum. Har stendur:  Tí eiga vit tess meira at gáa eftir tí, sum vit hava hoyrt, fyri at vit ikki skulu reka burtur av leið.

Var tað soleiðis tað bar á Demas? Vi tosa so ofta um teg sum fráfalnan, men kanska ert tú als ikki fráfallin. Tú gleið burtur. Stillsliga og óvarandi. Longur og longur út í útjaðaran. Tigandi og sníkjandi kom tað. Sum svøvnur ein mánamorgun aftaná at vekjarin er sløktur. Tað varir teg ikki, at tú sovnar. Vekjarin hevur ringt,… men tú gáar ikki eftir tí  tú hevur hoyrt, men rekur stillisliga burtur av leið

Hvussu leingi helt tú á, Demas? Eg meini, eftir at tú avgjørdi ikki at játta títt dølskni og tína vantrúgv fyri Gudð? Vóru tey kristnu eins góðtrúgvin tá sum nú? Livdu tey í tí trúgv, at alt var í lagi, bert tí tú komst til gudstænasturnar og møtini? Og av tí at tú vart virkin og hevði arbeitt teg til ein sess í kirkjuliðinum, so var sambandið millum teg og Gud í lagi?

Hvussu leingi kláraði tú hetta, Demas? Hvussu leingi gnagaði ivin inni í tær, til alt varð tómt, og tú legði til merkis, at tú bert hevði eitt vakurt andlit eftir.

Møguliga høvdu hini skuldina, Demas? Sjálvt um tú eisini mást taka hana at tær. Kanska eru vit samsekari í lagnuni hjá øðrum, enn vit vilja hugsa. Kanska vart tú noyddur at halda andlitið í felagsskapinum. Tey høvdu so stórar vónir um teg. Tú vart jú starvsfelagi Paulusar. Tey hildu, at tá Paulus ikki var til staðar, so visti tú, hvat gerast skuldi. Tey hildu teg hava svar til allar spurningar, og at tú kundi eggja til áhaldni í øllum førum. Tey væntaðu sær brennandi vitnisburð um Guds virki í tær. Um grøðing, um bønarsvar og eitt eydnuríkt lív saman við Gudi. Og helst skuldi tú tala, so tað fall teimum lætt fyri oyra. Tú skuldi vera ein andaligur undirhaldari, sum kundi fáa menniskju at luttaka á eftirmøtinum aftaná kaffi, ístaðin fyri at fara heim. Tey høvdu stórar vónir um teg, Demas. Tey hildu teg vera fyrimyndina uppá eitt gott kristið menniskja. Tað, sum tey sjálvi ikki kláraðu, tað mettu tey seg kunna vænta av starvsfelaganum hjá einum ápostli.

LES EISINI  Gud, gev fíggindum mínum eydnu og frið

Tey mettu teg vera ein bíðandi mann… men tey hildu ikki at forbiðarin hevði forbøn fyri neyðini – og tí spurdu tey ongantíð um tað. Tey væntaðu at tú vart glaður, og kundi eggja øðrum; men tey væntaðu ikki at hoyra teg gráta – og tess vegna græt tú ongantíð alment. Tey væntaðu, at tú altíð hevði ein vitnisburð at bera fram… men hildu ikki at tú hevði fyri neyðini at hoyra vitnisburð frá øðrum – tí tagdu tey so mangan, tá tú vart til staðar. Tey hildu, at tú vart ein syndari, ja. Men ikki at tú vart úr sama bergi brotin sum tey sjálvi. – Kanska var hetta tað sum var galið, Demas. Tú fekst ongantíð høvi at verða ein reiðiligur syndari. Álítið til tín birti ístaðin kávalæti í tær.

Møguliga hevði alt verið øðrvísið, um tú hesa tíðina hevði ein trúgvandi vin tú kundi tosað við. So tveir syndarar høvdu tikið saman hendur, og gingið fram fyri náðarinnar trúnu. Sum tómhentir biddarar høvdu titt komið. Og fermdir við náði og miskunn fyri Kristi skuld høvdu tit farið heim.

Men komst tú ongantíð saman við hinum soleiðis Demas. Tað eru bert tey nýumvendu, sum bera fram sínar veikleikar. Vit halda okkum aftur. 2000 ár seinni royna vít enn at halda okkara andlit og umvæla okkara kristinlívs toftir, Demas. Og samstundis undrast vit um, hvar gleðin yvir náðina er farin.

Góði Demas! Um tú hevði livað nú á døgum, so hevði tú ikki havt fyri neyðini at farið frá okkum vegna kærleika til heimin. Vit hava ístaðin tikið hann inn í okkara kirkjulið. Tú hevði uttan iva funnið kirkjur ella missiónshús, har eisini er rúm fyri kærleikanum til heimin. Hevði tú livað nú á døgum, Demas, so høvdu vit havt teg ímillum okkum.

Góði Demas! Ærað verið minnið um teg. Tí tað ongantíð letur okkum sova í glatunar svøvni í friði.

Cand.theol
Niels Sørensen
Keypmannahavn

Greinin stóð fyrstuferð á prenti í Trúboðanum 12. august 1992.
Vagn Foldbo týddi úr IMT.

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina