Originalur – kopi

Vit vita øll, hvat ein kopimaskina er. Tú leggur eitt skrivað pappír í maskinuna. Hetta pappírið verður nevnt upphavsrit ella originalur. So trýstir tú á Start og eftir lítlari løtu hevur tú mong ørk, ið øll eru líka, fullkomiliga eins. Hesi nevnast avrit.


Tað var Søren Kirkegaard, ið á sinni segði, at øll menniskju verða fødd inn í hendan heim sum originalar, men tá tey doyggja, tá eru tey flestu teirra vorðin til kopiir.

Gud hevur skapað okkum í síni mynd. Hann skapaði okkum ein og ein. Og so legði hann ymiskar gávur og evni niður í hvønn tann einasta okkara. Vit eru øll ymisk, einastandandi. Ikki ein tann einasti okkara er eins og ein annar, vit eru øll originalar.

Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi! Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.
Sálmur 139,13-16


Evnini og gávurnar, sum Gud hevur lagt niður í okkum mugu vit nýta. Eg eri eg og eg skal tora at liva lívið fult og heilt við teim gávunum, Gud hevur givið mær. Nýti eg ikki hesar gávurnar, tí at eg stúri fyri, hvat hann ella hon meina ella fara at siga, ja, so liggur hesin gerningur á láni, tí ongin er skapaður júst líka sum eg og kann gera tingini júst so, sum eg geri tað. Her finst bert eitt menniskja av tínum slag. Kopiir av menniskjum eru ikki til.


Hví eru vi so óttafull heilt og fult at gera nýtslu av gávum og evnum okkara til Guds heiður. Jantelógin ræður enn í okkara parti av heiminum, lógin, ið sigur, at tú skalt ikke halda, tú ert nakað serligt.


Jú, trúgvandi menniskju eru av sonnum nakað heilt einastandandi! Tey eru børn Guds! Tey eru kongabørn! Tey eru arvingar himinsins!


Far tí til verka, ger tín gerning og gagnnýt tær gávur, Gud hevur lagt niður í teg, til hansara æru. Eingin kann gera júst tað, tú kanst. Hygg ikki at øðrum fyri at kopiera hini.

Gud hevur skapað teg sum ein original!


E. Campbell umsetti

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina