Ørkin fingið nýggjan leiðara

Barbara Hannudóttir Jensen verður nýggjur leiðari á hotel Ørkini í Reykjavík.

Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík fær nú aftur ein føroyskan leiðara. Tað er Barbara Hannudóttir Jensen, ið verður nýggjur leiðari. Hon er gift við Sólbjørn Jensen, og hann fer eisini yvir til Íslands at arbeiða á hotel Ørkini. Barbara byrjar í starvinum 1. august.

Barbara Hannudóttir Jensen, ið er 47 ár, hevur millum annað drúgvar arbeiðsroyndir innan sølu- og fyrisiting og fleiri av teimum sum leiðari.

Hon hevur eisini verið sera virkin í Podas og í missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har tey búgva.

Fyristøðumaðurin á hotel Ørkini seinastu sjey árini hevur verið íslendingurin Ragnar Snær Karlsson. Hann fer frá fyri aldur, nú hann verður 67.

– Vit hava verið sera glað fyri tað arbeiðið, sum Ragnar Snær Karlson hevur gjørt, og takka honum hjartaliga fyri tíðina, hann hevur verið leiðari á heiminum. Vit hava tó saknað at hava ein leiðara á heiminum, sum tosar føroyskt, og sum kann vera í tættari sambandi við føroyingar, og tað eru vit fegin um at hava fingið nú, sigur Jonhard Joensen, formaður í stýrinum fyri hotel Ørkina.

Í meira enn eitt ár hevur Ólavur Jacobsen úr Hósvík verið føroyskur trúboðari í Íslandi í hálva tíð. Hann hevur millum annað skipað fyri føroyskum møtum á sjómansheiminum, og tað hevur verið við til at halda nakað av sambandi við føroyingar.

Koronatíðin hevur verið hørð fyri føroyska sjómansheimið í Reykjavík. Sera fáar gistingar hava verið síðani í mars, men nú veksur talið av gestum aftur.

– Alt er ikki bókað enn á hotel Ørkini, so vit vóna, at føroyingar eisini fara til Íslands at ferðast. Fleiri góð tilboð eru, og prísirnir eru eisini lækkaðir, sigur Jonhard Joensen.