Oyndarfjørður er mítt kall

– Guds vegir eru órannsakandi. Nú, áðrenn eg flutti aftur í februar mánaði í fjør, havi eg verið burtur í 26 ár, og eg havi ongantíð ætlað mær at flutt aftur til Oyndarfjarðar. Tað er so lætt at koma aftur til bygdina, at eg hevði ikki trúð tí. Eg trúgvi, at tað er meiningin, at eg skal vera her.

Beint omanfyri missiónshúsið í Oyndarfirði býr Tórun Poulsen saman við manninum, Antines, og tveimum av børnunum. Hon er slektað úr Oyndarfirði, men flutti haðani sum ung, og hóast hon hevur búð okkurt skiftið aftur í bygdini, so hevur hon fyri tað mesta búð aðrastaðni. Ætlanin var ikki at flyta aftur til Oyndarfjarðar, men í dag sær hon tað sum sítt kall at vera í bygdini og hava ábyrgd av missiónsarbeiðinum har.

 

Tórun, hvat gert tú?

– Tá ið eg havi verið um 40 ár, hoyri eg, at eitt rópar á meg: “Tórun, hvat gert tú?”. Eg ivaðist ikki í, hvat ið tað var. Eg visti, at tað var Gud, sum kallaði aftur á meg. Hví eg ikki setti spurnartekin við tað, veit eg ikki, tað hevur sikkurt verið tí at mítt hjarta hevur kent hansara rødd, og tað helt eg vera so fantastiskt. Eg veit, at eg eri eitt bønarbarn frá vøggu, og hóast pápi mín hevði verið deyður í 20 ár, tá ið hetta hendi, so eri eg klár yvir, at bønirnar verða goymdar og verða svaraðar í Guds tíma. Tá stóð eg ikki kallinum frá Gudi ímót. Eg føldi, at tað var í tøkum tíma, at eg fekk ongan kjans aftrat.

 

Les alla samrøðuna við Tórun í Trúboðanum, sum kom út fríggjadagin 9. desember.