Palestini um Hamas: “Teir fara við okkum sum seyðir og drepa okkum, tá ið teir vilja”
Mótmælisgongur í fleiri dagar móti Hamas í Gaza, hevur nú kostað fleiri mannalív. – Hamas skal burtur úr Gaza, sigur ein av mótmælarunum.
Síðani kríggið byrjaði í oktobur 2023 hava borgararnir í Gaza ikki torað at mótmælt, av ótta fyri Hamas. Men av tí at Hamas nú er nógv viknað, mótmæla túsundtals palestinar dagliga í Gaza móti Hamas.
Boðskapurin er greiður: “Hamas út úr Gaza,” rópa tey á gøtuni
Ein av mótmælarunum er palestinenski løgfrøðingurin Moumen al-Natour. Eftir at Hamas fyri fáum døgum síðan tók 22 ára gamla mótmælaran Uday al-Rabay til fanga, píndi hann, drap hann og síðani dró likam hansara við einum reipi og legði tað framman fyri húsini hjá al-Rabay-familjuni, hevur Moumen al-Natour avgjørt at fara út alment.
Hann varð sjálvur tikin til fanga og píndur av Hamas í 2019, tá ið tað eisini vóru ymsar mótmælisrørslur móti Hamas í Gaza. Hann fær javnan hóttanir frá Hamas og veit, at tað er lívshættisligt at stíga fram og alment at finnast at teirri yvirvaldi, ið hevur stýrt Gaza við harðari hond síðani 2007.
Men, eins og fleiri onnur í Gaza, hevur hann fingið nóg mikið. Í farnu viku tosaði hann við fleiri altjóða miðlar, m.a. Kristeligt Dagblad, úr Gaza alnótina.
“Fólk eru bangin. Tey vilja ikki doyggja,” sigur Moumen al-Natour.
Aftanfyri hann síggjast nakrar av húsaloyvdunum í Gaza, og hann sigur seg vera nær við strondina, tí har er alnótin nóg góð at fáa videosamband at virka.
“Hamas ákærir okkum øll fyri at vera njósnarar. Teir myrdu Uday al-Rabay fyri fáum døgum síðan. Men nú siga vit við Hamas, at teir skulu fara úr Gaza. Teir skulu bara fara,” sigur hann.
Sum blóðhevnd fyri drápið á Uday al-Rabay varð ein politistur úr Hamas, fyri fáum døgum síðan dripin á alljósum degi. Hetta var ein í familjuni hjá al-Rabay. Ein upptøka av hendingini vísir eina stóra mannamúgvu, sum skjýtur ein civilklæddan mann, ið liggur á knæ.
Hatrið og mótstøðan móti Hamas merkist eisini, tá ið Moumen al-Natour tosar.
“Undir krígnum hevur Hamas stjolið neyðhjálpina og selt hana fyri ovurprís á svarta marknaðinum. Teir brúka sivilfólk sum skjól. Teir fara við okkum sum seyðir og drepa okkum, tá ið teir vilja,” sigur hann.
Hann greiðir frá, at hann sjálvur noyddist at gjalda umleið 2000 dollarar, uml. 13.800 krónur, fyri eitt telt til familjuna. Hetta hóast teltið varð latið ókeypis til flýggjandi palestinar frá altjóða hjálparfelagsskapum. Hann sipar til, at Hamas við vilja hevur tikið neyðhjálp og selt hana víðari fyri at styrkja seg sjálvan.
Moumen al-Natour tekur eisini frástøðu frá álopinum hjá Hamas á Ísrael tann 7. oktober 2023, og sigur, at Hamas hevur roynt at brúkt propaganda fyri at fáa tað at síggja út, sum um øll í Gaza stuðla teimum.
“Hamas hevur eitt propagandaministerium, sum eisini fevnir um miðlar sum [Qatar-bygda] al-Jazeera. Tey vístu sivilfólk, sum fegnaðust um burturflytingina av ísraelskum civilum. Men tað er ikki øll Gaza, ið stuðla Hamas,” sigur hann.
Hann metir, at umleið 30% av fólkinum í Gaza stuðlaðu Hamas áðrenn álopið 7. oktober í ísraelsku bygdunum og kibbutzunum. Í dag metir hann stuðulin er einans 10%.
“Eg stuðli heilt og fult eini avtalu, ið fær Hamas burtur úr Gaza, og at øll tey burturfluttu ísraelsku fólkini verða latin leys. Lat Hamas fara úr Gaza, so vit kunnu liva eitt virðiligt lív,” sigur hann.
Sambært Moumen al-Natour gera hvørki ST ella grannalondini í Miðeystri nóg mikið fyri at loysa støðuna í Gaza.
“Arabiska heimurin átti at tvingað Hamas at fara úr Gaza. Teir skulu biðja Hamas fara. Og ST eigur at síggja Hamas sum ein vápnaðan yvirgangsbólk, ikki sum ein part í einum politiskum stríði,” sigur hann.
Mótmælini móti Hamas dag um dag eru, sambært Moumen al-Natour, hvørki skipað av politiskum flokkum ella Ísrael.
“Vit, fólkið í Gaza, hava goldið prísin fyri álopið hjá Hamas síðan 7. oktober.
Hann heldur, at Hamas er nógv veikari nú enn fyrr, tí teir hava mist bæði akfør og vápn í álopunum hjá Ísrael.
Summi fólk siga, at kríggið endar, tá ið Ísrael steðgar sínum álopum. Nei, sigur Moumen al-Natour: “Kríggið endar ikki fyrr enn Hamas er burtur úr Gaza.”
Kelda: Kristeligt Dagblad / Allan Sørensen.