Pappírsleys viðurskifti

Tað, sum fyri fáum árum síðani varð hildið at vera ólevnaður, verður í dag mett sum góður moralur. Tað sæst týðiliga, tí fleiri og fleiri ung eins væl og eldri flyta saman og skapa sær eitt heim uttan at vera gift. Tey flestu góðtaka hetta. Mong foreldur yppa bert øksl og siga: ”Soleiðis liva jú tey ungu í dag.”

Tað er eingin ivi um, at tey mongu upploystu hjúnaløgini hava ein part av skyldini, tí fólk hugsa sum so, at tað er lættari at seta ”pappírsleys viðurskifti” úr gildi enn eitt lógfest hjúnalag, um samlívið miseydnast. At hjúnaskilnaður er hin vánaligasta loysnin – semja er nógv betur – eru vit ivaleyst mong, sum kunnu verða samd um; men tað skeiva og syrgiliga við hjúnaskilnaði rættvísger ikki tey ”pappírsleysu viðurskiftini”, og tey mugu ongantíð gerast eitt alternativ til eitt lógligt hjúnalag.

Tað er nevniliga soleiðis, at bert har sum tey bæði, ið skulu byggja eitt heim, eru lýst ”røtt hjún at vera” bæði fyri Gudi og menniskjum, kann byggjast okkurt veruliga haldgott, okkurt sum kann blíva ein partur av tí berandi grundvøllinum í einum sunnum samfelagi. Høvuðsorsøkin, til at samfelag okkara í dag riðar á avgrundartrom, er uttan iva, at alt ov nógv heim bert eru stovnað sum ein roynd og ikki sum nakað varandi støði. Alt ov nógv børn og ungdómar eru vorðin offur fyri slíkum royndum.

Lóggávan fremur ólevnað

Fyri tey, sum eru komin eitt sindur upp í árini, er grundin, til at tey velja at liva ”pappírsleyst”, ofta av fíggjarligum slagi. Kanska skulu tey skifta við børn frá fyrra hjúnalagnum, og hetta kann fullkomiliga broyta livikor teirra. Tað kann vera eftirløn og mangt annað. Men uttan mun til hvussu góðar og menniskjansligar grundir kunnu nevnast, kunnu tær ongantíð seta úr gildi tað skeiva í hesum viðurskiftunum. Tað harmiliga er bert, at okkara lóggáva er av einum slíkum slagi, at hon fremur ólevnaðin í landi okkara.

LES EISINI  At fyribyrgja hjúnaskilnaðum í koronatíðini

Mong ung eru í dag ivandi, og tað er ikki minst teimum eldru fyri at takka, tí at atburður og hugsanarháttur teirra eldru gevur ungdóminum ikki nakað greitt stavnhald, so tey kunnu síggja, hvat ið er rætt, og hvat ið er skeivt.

Eisini fyri trúgvandi ungdóm kann tað viðhvørt vera torført at finna veg. Mong kirkjulið gloyma nevniliga at geva teimum eina greiða bíbilska undirvísing um viðurskiftini: maður og kvinna.

Tað er ikki nóg mikið at siga við tey ungu, at samlív áðrenn hjúnalag og”pappírsleys viðurskifti” eru skeiv; vit mugu eisini út frá Bíbliuni kunna grundgeva, hví tað er skeivt.

Setti fingurin á hitt eyma staðið

Mong halda, at á Gamla testamentligari tíð var eitt hjúnalag sett á stovn bert við, at maður og kvinna byrjaðu eitt samlív, og tað eru dømir í Gamla testamenti, sum tykjast at vátta hetta. Men um vit kanna evnið gjøllari, koma vit at síggja, at hetta er ikki Bíbliunnar læra um hjúnalagið.

Nýggja testamenti skilir greitt ímillum hjúnalag og kynsligt samlív. Vit lesa soleiðis í Fyrra Korintbrævi 7,9: ”Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, tá gifti tey seg; tí at betri er at gifta seg enn at brenna av girnd.” Her síggja vit skilliga, at hjúnalagið skal koma áðrenn samlívið.

Í Jóhannesar evangelium 4. kapitli síggja vit, at Jesus avdúkar hina samaritansku kvinnuna, við tað at hann sigur við hana: ”Far avstað og rópa mann tín.” Tá ið konan so sigur, at hon hevur ongan mann, svarar Jesus henni: ”Rætt segði tú … tí at tú hevur havt fimm menn, og tann, sum tú nú hevur, er ikki maður tín. Hetta hevur tú sagt satt” (Jóh 4,18).

LES EISINI  Kirkjulig yvirlýsing um hjúnalag elvir til stórt kjak í Hollandi

Jesus setti fingurin á hitt eyma staðið. Henda konan livdi ”pappírsleyst”, hon livdi í siðloysi; men hon fekk synd sína at síggja. Hon fór nevniliga inn í bygdina og segði sínum bygdarfólki, at hon hevði møtt einum manni, sum hevði sagt henni alt tað, hon hevði gjørt (Jóh 4,29).

Í hesari frásøgnini ger Jesus heilt greitt fyri okkum, at samlív uttan fyri hjúnalagið er synd í Guds eygum.

Gud innsetti hitt fyrsta hjúnalagið

Í Matteus 19,3-9 lesa vit, at nakrir av farisearunum komu fyri at seta eina fellu fyri Jesus viðvíkjandi spurninginum um hjúnaband og hjúnaskilnað. Í svari sínum til teirra fer Jesus heilt aftur til skapanina – til Ádam og Evu – fyri at strika undir ta undurfullu ætlanina, Gud hevði við teimum menniskjunum, hann sjálvur hevði skapað. Vit lesa soleiðis í Fyrstu Mósebók 2,24: ”Tí fer maður frá faðir og móður og heldur seg afturat konu síni, og tey verða eitt hold.” Ein maður fer frá faðir og móður síni fyri at giftast, og síðani verður hon kona hansara, og ikki fyrr enn tá byrjar samlívið.

Gud innsetti hitt fyrsta hjúnalagið í urtagarðinum í Eden sum eina fyrimynd fyri allar komandi ættir. Í Fyrstu Mósebók 2,22 lesa vit, at Gud leiddi Evu til Ádams. Har hava verið vitni til hetta hjúnalagið, tí Gud segði, tá ið hann ætlaði at skapa menniskjað: ”Vær viljum gera menniskjur eftir okkara (Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans) mynd” (1 Mós 1,26). Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin vóru har, og óivað hava einglar eisini verið til staðar.

LES EISINI  Áskoðan kirkjanar á fosturtøku og hjúnaband broytti Europu 

Sjálvt tað verkið, at Gud leiddi Evu til Ádams, er vorðið ein fyrimynd fyri seinni tíðir og ættir, við tað at vígslan millum annað hevur við sær, at faðirin (ella verjin) førir brúðrina fram til brúðgómin, meðan vitni eru hjástødd, so hon kann gerast kend eins væl av menniskjum sum av Gudi, og so tað at vitnini kunnu staðfesta, at eitt hjúnalag er stovnsett.

Hjúnaband áðrenn samlív

Hóast Bíblian ikki tykist geva greiðar reglur fyri, hvat tí løgfrøðisligu síðuni av einum hjúnalagi viðvíkur, so eru tað tó aðrar keldur, sum greitt boða frá, at á gamlatestamentligari tíð varð ein hjúnabandssáttmáli stovnaður. Vit lesa soleiðis í Tobits Bók (ápokryfisku bøkurnar) 7,12-13: ”Síðani rópti hann á dóttur sína Sáru, tók í hondina á henni og gav Tobiasi hana til konu, í tí at hann segði: ”Her er hon; gift teg nú við henni samsvarandi Móselóg, og før hana heim til faðir tín.” Og aftaná at hann hevði vælsignað tey, rópti hann á konu sína Ednu, tók eitt blað, skrivaði ein hjúnabandssáttmála og setti innsigli sítt undir.”

Í Matteusi 19,7-8 og Markusi 10,4-5 siga fariseararnir við Jesus, at Móses loyvdi hjúnaskilnað, tá ið eitt skilnaðarbræv varð skrivað. Jesus ger teir kortini varar við, at tað bert var av hjartans harðleika teirra, at Móses hevði loyvt hesum. Men boðið um eitt skilnaðarbræv sigur nakað um, at har má hava verið eitt skrivligt grundarlag fyri hjúnalagnum – annars hevði tað verið óneyðugt at skriva eitt skilnaðarbræv.

Út frá hesum nevndu dømunum kunnu vit gera av, at Bíblian greitt lærir, at eitt lógligt hjúnaband skal koma frammanundan einum samlívi.

 

Effie Campbell umsetti

Greinin varð prentað í Trúboðanum nr. 6/2015

Spurningar
Í løtuni eru ikki spurningar til greinina